Lat upp høvuðsmeny
Sotsji sett fra Svartehavet

Sotsji (russiskt: Сочи) er ein russiskur býur í landøkinum Krasnodar í Suðurrusslandi. Býurin liggur við Svartahavið og við fótin av fjøllum í vestara Kavkasus.

Býurin varð grundlagdur í 1838 undir navninum Aleksandrija (Александрия). Núverandi navnið fekk Sotsji i 1896, tá býurin varð uppkallaður eftir ánni, sum rennur ígjøgnum býin. Í 2018 hevði Sotsji uml. 424 túsund íbúgvar.

Russiski býurin var vertur fyri Vetrar-OL 2014 og Paralympiski vetrarleikir 2014.

Ávísingar úteftirRætta

KeldurRætta