Kaukasus
(Ávíst frá Kavkasus)
Kaukasus eru (fjøll í) Georgia, Armenia, Aserbadjan, Suðurrusslandi og Landnyrðingsturkalandi. Næstan ongastaðni á jørðini er munurin millum vakurleikan í landslagnum og fólksins armóð so stórur, sum í londunum við Kaukasus, sum, síðan tey fingu sjálvstýri, eftir at Sovjetsamveldið datt sundur, hava verið plágað av kríggi og borgarakríggi. Men Kaukasus er eisini søguland.