Snjófuglur
Snjófuglur (frøðiheiti - Plectrophenax nivalis) er sum grátítlingur til støddar. Liturin skiftir eftir aldri og ársins tíð. Steggin er um heystið brúnur um háls og høvur, brún- og svartflekkutur á kápuni, men tað brúna lýsnar, alt sum frá líður, og tá ið summarið er komið, er han einans svartur og hvítur. Veingirnir eru svartir og hvítir alla ársins tíð. Um heystið líkist bøgan nógv steggjanum, men er meira gráreyð omaná; hon bleikist lítið, so á sumri eru tey góð at kenna at. Og hon er altíð nógv minni hvít á veingjunum. Nevið er gult á vetri, svart á sumri. Tað er harðbalin fuglur og tekur sær heim langt norðuri í kuldalondum, sum á Svalbarði, Grønlandi og Novaja Semliu í Russlandi. Eisini eigur hann nógvur í Noregi og Íslandi, men høgt uppi í kuldanum. Á vetri leita summir til lýggjari lond, eitt nú Føroyar. Her halda teir sær um hægstu fjøllini, men í kavaroki koma teir í flokkum oman í bøin. Og føði finna teir, tí feitir eru teir.
Snjófuglur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Móti sumri fara teir norður aftur. Nøkur fá hjún verða tó eftir á hægstu fjøllunum og eiga í grótreynunum har uppi. Reiðrið líkist steinstólpureiðri. Oftast eru 5 egg. Steggin syngur hugaliga fyri bøgu síni, meðan hon vermir. Floygdir ungar eru brúngráir omaná, gulgráir í neðra. Í Íslandi eru nógvir snjófuglar um veturin. Tá er sjáldan ella aldri tátt, og so gongst teimum stravið at føða seg. Men so hjálpir fólkið teimum. Mangastaðni hava skúlabørnini tikið sær fyri at geva teimum matmolar og annað, og tá verða teir frálíka spakir. Soleiðis áttu føroysk børn eisini at lívgað okkara smáfuglar — eitt nú grátítlingar, kvørkveggjur, starar, — tað verður børnunum til gleði so væl sum fuglunum.
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.