Skotska flaggið
Skotska flaggið sigst vera elsta tjóðarflagg, sum enn verður nýtt - tó at tað verður kjakast nakað um tað. Men sagt verður at flaggið skal vera nýtt líka síðan 9. árhundraðtalið. Tað er skjalfast, at í 1385 hevur skotska tingið avrátt, at skotskir hermenn skulu bera hvítt krossmerki í bardaga. Skotska flaggið hevur ein hvítan Andresar-kross, sum ímyndar ápostulin Andreas, ið er verndareingil Skotlands. Skotska flaggið nevnist á enskum St Andrew's Cross.