Skeiva tornið í Pisa

Skeiva tornið í Pisa (italskt: Torre pendente di Pisa) er eitt víðagitið ferðamannamál í italska býnum Pisa. Klokkutornið frá miðøld, ið stendur beint við dómkirkjuna í Pisa, er 56,70 (ella 55,86) metrar høgt og tvørmátið á torni er 12 metrar. Milliónir av fólkum hava traðkað tey 296 (ella 294) trappustigini upp í toppin.

Skeiva tornið í Pisa í 2006.
Skeiva tornið og dómkirkjan í 2014.

Skeiva tornið varð bygt í trimum stigum yvir eitt 200 ára langt tíðarskeið. Longu tá byrjað var at byggja tornið í 1100-talinum, mátti arbeiðið støðgað, tí tað tók at hella suðureftir. Tá var bygningurin bert í trimum hæddum. Í 1198 vórðu tær næstu fýra hæddirnar bygdar í vinkul í mun til lægru hæddirnar fyri at viga upp móti skeivleikanum. Í 1372 varð ovasta hæddin bygd, og rúmið fylt við klokkum.

So við og við gjørdist tornið eitt ferðafólkamál. Men seinast í 1900-talinum gjørdist hallið so stórt, at tað gjørdist vandamikið fyri vitjandi. Tá varð hallið mett til 5,5 stig. Tað merkir, at ovasti parturin av torninum hekk 4,5 metrar uttan fyri fótin á torninum.

Fyrst í 1990-árunum varð tornið stongt fyri almenninginum og ein stór bjargingarroynd varð sett í verk, tí tað var ikki bert vandi fyri, at 800 ára gamla tornið skuldi koppa; eisini grótlaðingin sá út til at spreingjast orsaka av stóra trýstinum. Tornið varð latið upp aftur í 2001.[1]

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 43°43′22.82″N 10°23′46.73″E / 43.7230056°N 10.3963139°E / 43.7230056; 10.3963139

Keldur

rætta
  1. Ingi Samuelsen: Skeiva tornið rættar seg uppaftur, dagur.fo, 23. november 2018