Skúlin á Argjahamri
Skúlin á Argjahamri (gamli skúlin var nevndur Argja Skúli) er ein nýggjur (2011) skúli á Argjum í Føroyum. Skúlin er ein av fólkaskúlunum í Føroyum og ein av fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu. Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Har er eisini frítíðarskúli. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í tí fjórðu eindini er m.a. dupult fimleikahøll. Skúlastovurnar eru allar á ovastu hæddini. Skúlin á Argjahamri er 7.100 m² til støddar. Skúlaárið 2011/12 ganga 319 næmingar í tilsamans 17 flokkum í Argja skúla. Lærararnir eru 31.[1]
Ráðgevararnir rætta
- MAP arkitektar – tekning og projekteringsleiðslu
- LBF ráðgevarar – berandi konstruktiónir og el
- MEL/PBC ráðgevarar – hvs, ventilatión og sprinkling
Høvuðsarbeiðstøkuna og projektleiðsluna hevði byggifelagið Articon.
Undirveitarar rætta
Keldur rætta
Slóðir úteftir rætta
- ArgjaSkuli.fo, Heimasíðan hjá Skúlanum á Argjaharmi Archived 2012-10-10 at the Wayback Machine