Skógfriðingarnevndin
Skógfriðingarnevndin (danskt: Færøernes Plantageudvalg) var stovnað av løgtinginum í 1952. Nevndin liggur undir Umhvørvisstovuni, sum er undir Umhvørvis og vinnumálaráðnum. Skógfriðingarnevndin skal hava 5 limir, og er "sett at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum"[1].
Tá ið nevndin roynir at verja viðarlundir fyri skaðar við t.d. bygningum[2] ella tónleikafestivalum[3], finnast fólk onkuntíð at nevndini.
Nevndin
rætta- Sigga Rasmussen, Cand. hort., Tórshavn
- Jóhann Mortensen, tíðindamaður, Kaldbak
- Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur, Søldarfjørður
- Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, Tórshavn
- Maria Gunnleivsdóttir Hansen, lívfrøðingur, Tórshavn
Formaður í Skógfriðingarnevndini er Jóhann Mortensen, og skrivari er Rakul A. Dam, deildarleiðari á Skógrøkt.
Keldur
rætta- ↑ "Heimasíðan hjá Skógfriðingarnevndini". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-20. https://web.archive.org/web/20131020023732/http://www.us.fo/Default.aspx?ID=10365. Heintað 2011-10-15.
- ↑ Listasavn Føroya: Ársfrágreiðing og roknskapur 2009
- ↑ Burturspiltu møguleikarnir úti í Grøv! - trupulleikarnir stýrdu avgerðini.. Archived 2004-12-07 at the Wayback Machine, eftir Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík; Upprunaliga frá Norðlýsið, August 2001.