Ein sirkul er ein lokað rás. Rásina nevna vit umfar, og longdina á umfarinum nevna vit ummál. Ein sirkul er ein mongd av punktum, sum øll hava somu frástøðu frá einum ávísum punkti (t.e. miðdepil). Frástøðuna frá miðdeplinum til sirkulin nevna vit radius. Størsta strekkið ímillum tvey punkt á sirklinum nevna vit tvørmát. Tvørmátið gongur ígjøgnum miðdepilin og er tvær ferðir longdina á radiusi. Ein sirkul er 360°. Lutfallið ímillum tvørmát og ummál er tað sama í øllum sirklum. Hetta lutfall nevna vit 𝛑.

Roknireglur

rætta
 
  1. Sirkulbogi: Ein sirkulbogi er ein partur av umfarinum. Vit kunnu roknað longdina (l) á einum sirkulboga við formlinum:  
  2. Miðvinkul: Ein miðvinkul hevur topp-punkt í miðdeplinum á einum sirkli. Hann er eins nógv stig sum sirkulbogin, hann spennir yvir.

  3. Miðtríkantur:

  4. Miðdepil: Í geometri siga vit, at ein sirkul er ein mongd av punktum, sum øll eru líka langt frá einum ávísum punkti. Hetta punktið nevna vit miðdepil.

  5. Sirkulavskurður: Ein sirkulavskurður er ein partur av einum sirkli, sum er avmarkaður við einum strongi og einum sirkulboga.

  6. Sirkulkut: Víddina á einum sirkulkuti við miðvinklinum v° kunnu vit rokna við formlinum:  
  7. Tvørmát: Størsta frástøðan, vit kunnu tekna ímillum tvey punkt á sirklinum, nevna vit tvørmát. Tvørmátið gongur ígjøgnum miðdepilin og er tvær ferðir longri enn radius.

  8. Strongur: Ein strongur er eitt linjustykki, sum gongur úr einum punkti á umfarinum í eitt annað punkt á umfarinum. Tann longsta strongin nevna vit tvørmát.

  9. Ummál / Umfar: Umfarið á einum sirkli er altíð umleið 𝛑 (3,14) ferðir tvørmátið.

  10. Radius: Frástøðuna frá miðdeplinum til sirkulin nevna vit radius.

  11. Skurðlinja (sekantur): Ein skurðlinja er ein linja, sum sker sirkulin í tveimum punktum.

  12. Viðberi (tangentur): Ein viðberi hjá einum sirkli er ein linja, sum nemur við sirkulin í einum punkti. Ein radius, sum nemur sama punkt, stendur vinkulrætt á viðberan.

Sí eisini

rætta