Shirley Temple
Shirley Temple (fødd 23. apríl 1928 í Los Angeles, deyð 10. februar 2014 í San Francisco), seinni kend sum Shirley Temple Black, var ein amerikonsk sjónleikarinna, songkvinna, dansari og fyrrverandi umboðsmaður (ambassadørur) fyri Gana og Kekkoslovakia. Hon verður av mongum mett at vera kendasti barnasjónleikarin í søguni.
Temple varð fødd í Santa Monica í Los Angeles, Kalifornia. Hon varð fødd 23. apríl í 1928 og longu í 1932 var hon við í sínum fyrsta filmi. Tvey ár seinni var hon sum seks ára gomul við í sangleikinum ”Bright Eyes,” ið varð gjørdur beinleiðis til hana at spæla. Ein av fyrstu leiklutum hennara var í sangleikinum frá 1934, sum hon eisini vann eina Oscarvirðisløn fyri. Hon hevur spælt við í eini røð av filmum í 1930-árunum, og var ein av størstu stjørnunum tá í tíðini. Hon gavst við filmskarrieruni, tá hon var fyrst í 20'unum. Seinni spældi hon onkran leiklut í sjónvarpi, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Sum hon bleiv eldri, minkaði undirtøkan fyri henni. Í 1949 spældi hon sín seinasta film, og í desember 1950 boðaði hon frá, at hon ikki fór at spæla fleiri filmar. Í 1969 umboðaði hon USA í ST, og seinni bleiv hon amerikonsk sendikvinna í Gana (1974-76) og Kekkoslovakia (1989-92). Tá Temple var 16 ára gomul, giftist hon John Agar, sjónleikara, sum hon fekk eina dóttir við. Tey vóru seinni skild, og í 1950 giftist hon handilsmanninum Charles Alden Black, sum hon fekk tvey børn við.
Seinni fekk hon sína egnu sjónvarpssending, og hon royndi seg eisini í politikki. Hon gjørdist politiskt virkin og gjørdist limur í Republikanska flokkinum. Í 1967 var hon uppstillað til valið til kongressina, men bleiv ikki vald. Í staðin fekk hon fleiri diplomatuppgávur, og luttók eitt nú í fleiri altjóða ráðstevnum og fundum sum tann útsendi hjá USA. Í 1976 gjørdist hon eisini chief of Protocol hjá USA og hevði í hesum starvi ábyrgdina fyri øllum hátíðarhaldum hjá USA, útlendskum gestum, gávum til gestir hjá forsetanum, og skuldi fylgjast við forsetanum á uttanlandsferðum hansara. Temple var eisini nevndarlimur í fleiri stórum fyritøkum, eitt nú Disney og Del Monte. Í 1998 fekk hon heiðurin Kennedy Center Honors.
Filmar
rættaSlóðir úteftir
rætta- Shirley Temple Archived 2007-07-13 at the Wayback Machine