Shanghai Cooperation Organisation
Shanghai Cooperation Organisation (stytting: SCO) er ein felagsskapur, stovnaður í 2001. Shanghai Cooperation Organisation eitur klubburin av londum, sum hava tað til felags, at tey ikki vilja hava USA við til borðs. Teir seks limirnir í SCO eru Kina, Russland, Usbekistan, Tadjikistan og Kirgisia. Søguliga sæð hevur sambandið millum Russland og Kina altíð verið merkt av harðari kapping, sum var í hæddini undir Kalda krígnum, og nú eru russar vorðnir sera medvitandi um skjóta skiftið í valdsbýtinum landanna millum - Kina er nú so nógvar ferðir ríkari enn Russland. Ein sera týðandi lutur í viðurskiftunum teirra millum er vantandi førleikin hjá pørtunum at koma til eina semju um gass. Øðrumegin er eigarin Russland, ið er heimsins størsti framleiðari av gassi, hinumegin Kina, sum er heimsins størsti og svangasti brúkari, og sum vil hava hendur á meira gassi. Russland er eisini ikki fegið um ætlanirnar hjá Barack Obama um at hava rakettverjustøðir í Pólland og Eysturevropa, sum skulu verja móti álopum úr Iran, og Kina er eiheldur fegið um rakettverjuskjøldrið, hóast stúranin ikki er tann sama. Kina vendir í hesum sambandi peikifingurin móti amerikansku rakettverjuskipanini í ásiatiska partinum av Kyrrahavsøkinum.