Eitt sakramenti merkir ein heilag handling. Føroyska orðið "sakramenti" kemur av kirkjulatínska orðinum sacrāmentum, sum er avleitt latínska orðinum sacrō ("heilagt").[1]

Rómversk katólska kirkjan hevur sjey sakramenti (dóp, ferming, altarborð, skriftarmálið, prestavígsla, hjúnaðarvígsla og sjúkrasalving) [2]

Ortodoksa kirkjan hevur ikki eina læru, sum fastsetur hvussu nógv sakramenti (mysteriir) eru. Men vanliga hugsa teir eisini um somu sjey sum katolikkarnir[3].

Lutherska kirkjan hevur tvey sakramenti, dóp og altarborð (onkuntíð verður skriftamálið eisini tikið við). Tey luthersku siga, at eitt sakramenti er ein handling, sum er samansett av trimum lutum: 1) Tað er innsett av Jesusi, 2) tað veitir syndanna fyrigeving (t.v.s. er eitt náðimiðil) og 3) tað er knýtt at einum tekini.

"...vi kalder de ritualer sakramenter, der er befalet af Gud og som har tilføjet et løfte om nåde..."[4] Úr verjunarritinum fyri Augsburgsku trúarjáttanini.

Brøðrasamkoman, hvítusunnusamkomurnar, adventistasamkoman o.s.fr. hava ongi sakramenti.

  1. https://denstoredanske.lex.dk/sakramenter
  2. https://katolsk.fo/katolska-kirkjan
  3. https://ortodoks.dk/ortodoks-tro-og-praksis/kortfattet-troslaere
  4. http://lutherdansk.dk/Web-Apologien2/Personal%20Web%20Page.htm#_Toc50262420