Pól F. Joensen, fótbóltsvenjari

Pól Fríðrikur Joensen (føddur 1967) er føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Hann spældi við TB øll árini, tá hann var aktivur í føroyskum fótbólti.[1] Hann hevur spælt ein dyst fyri føroyska A-landsliðið, tað var í 1990.[2]

Pól F. Joensen, fótbóltsvenjari
er eitt menniskja
Fødd(ur) 21. aug 1967
Starv fótbóltsleikari, fótbóltsvenjari
Dátuheiti
Commons Pól F. Joensen

Fótbóltsvenjari rætta

Pól F. hevur tikið UEFA-A venjaraprógv og er venjari hjá U17 dreingjunum hjá Føroyum saman við Áka Johansen.[3] Pól F. var eisini venjari hjá FC Suðuroy í 2011, tá besta mansliðið spældi í 1. deild og í 2012, tá teir spældi í Effodeildini. Tað gekk sera gott í 2011, liðið fekk 70 stig og gjørdist vinnari av 1. deild. Árið eftir í 2012 gekk heldur striltið at fáa stig, og eftir 9. umfar, tá FC Suðuroy bert hevði fingið tvey stig fyri tveir javnleikir og ongan dyst hevði vunnið, so valdi venjarin í samráð við nevndina at gevast sum venjari.[4]

Keldur rætta

  1. FaroeSoccer.com
  2. Football.fo, Landsliðsleikarar
  3. Football.fo
  4. "FC Suðuroy.com, Tíðindaskriv – Pól F. Joensen er ikki longur venjari hjá FC Suðuroy". http://fcsuduroy.com/?p=1038. Heintað 2012-05-22. 
  5. FaroeSoccer.com, Pól F. Joensen (venjari)

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo