Måns Petter Albert Sahlén Zelmerlöw (føddur 13. juni 1986), er ein svenskur poppsangari og sjónvarpsmaður. Hann er best kendur fyri luttøku sína í svensku tónleikakappingini Idol 2005, fyri at vinna fyrstu røð av sendingini Let's Dance, og fyri sangin "Cara Mia", ið hann sang í svensku Eurovision kappingini Melodifestivalen í 2007. Måns hevur tríggjar ferðir luttikið í Melodifestivalen, í 2007, 2009 og í 2015, har hann vann. Måns umboðaði Svøríki í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Heroes". Finalan varð hildin 23. mai 2015,[1] og har vann hann Eurovision Song Contest við 365 stigum.

Måns Zelmerlöw
Zelmerlöw í 2015
Bakgrundskunning
Føðinavn Måns Petter Albert Zelmerlöw
Fødd/ur (1986-06-13) 13. juni 1986 (aldur 37)
Lund, Svøríki
Sjangrur Popp, rock, jazz
Størv Sangari, Sjónleikari, programmleiðari
Ár virkin 2005–nú
Plátufeløg Warner Music Sweden
Heimasíða www.mzw.se
Måns Zelmerlöw í 2012.

Tónleikaútgávur rætta

Album

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið