Munurin millum rættingarnar hjá "Miðvágur"

Content deleted Content added
s robot Adding: gv:Miðvágur, hu:Miðvágur
No edit summary
Linja 6:
postnummar = 370|
íbúgvar = 1 032|
íbúgvar_ár = [[2005]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Miðvágur''' er ein bygd í [[Vágoy]]nni. Í [[Vágar|Vágum]] eru tríggjar stórar bygdir og tríggjar smáar, men fara vit 100 ár aftur í tíðina, vóru sjey bygdir. Tann størsta er Miðvágur við 1.032 íbúgvum (í [[2005]]). Hon liggur miðskeiðis í oynni, so høvuðsfyrisitingin er her, politistøð, keypsamtøka, læknamiðstøð og prestagarður. Høvuðsvinnan her er fiskaídnaður, men eisini er nakað av aðrari vinnu her.
'''Miðvágur''' er ein bygd í [[Vágoy]]nni.
 
Miðvágur er søgulig bygd. Her búði prestakonan [[Beinta]], sum er kend ikki bara fyri dygdir. Tí fekk hon eyknevnið "Illa Beinta". Tað er [[søga]]n um hana, ið [[Jørgen Frantz Jacobsen]] nýtir í skaldsøgu síni "[[Barbara]]". Í [[1997]] var [[filmur]] gjørdur eftir hesi skaldsøgu. Náðinsgarðurin [[Kálvalíð]] oman fyri bygdina eru elstu húsini í bygdini og kanska eisini í landinum. Tey verða í dag nýtt sum bygdarsavn. Frá Miðvági kanst tú í góðum veðri síggja oyggjarnar sunnanfyri.
 
Komin inn í bygdina er møguleiki at fara niðan í [[Kálvalíð]]. Við [[Kirkjar]] liggur [[Jansagerð]], tann gamli prestagarðurin. Hesi bæði húsini eru kend fyri søguna um [[Barbara|Barbaru]]. Koyrir tú oman á [[Vatn]], so sært tú kirkjugarðin hjá miðvingum til vinstru handar. Har liggur eisini tann [[Stóra Bretland|bretski]] kirkjugarðurin. Har liggja allir teir hermenn grivnir, ið lótu lív í [[Føroyar|Føroyum]] undir [[Seinni heimsbardagi|øðrum heimsbardaga]].
 
Nógvir túrar kunnu gerast higani úr bygdini. Gongutúrar frá [[Jansagerð]]i, framvið [[Beitinum]], heimið hjá [[Mikkjal á Ryggi]], og niðan í [[Kálvalíð]]. Men er [[Hýsisáin]] lítil, tað er hon helst, tá ið turkur er, so ber til at finna yrkingina, sum [[Mikkjal á Ryggi]] høgdi niður í klettin har í ánni. Eisini ber til at fara ein túr út á [[Bøsdalafoss]] á rossabaki.
 
== Slóðir úteftir ==
 
* [http://www.midvagur.fo/ Almenn heimasíða]
 
{{stubbi}}
<br clear="all">
{{Miðvágs kommuna}}