Munurin millum rættingarnar hjá "Skúgvoy"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Hanzlan (kjak | íkøst)
sNo edit summary
 
Linja 11:
}}
 
'''Skúvoy''' er ein [[útoyggj]] vestan fyri [[Sandoy]]nna. Skúvoyggin er sera kyrruvont pláss, men frá seinnu helvt av [[1960-árini|1960'unum]] og til dagin í dag, er rættiliga nógv gjørt fyri at bøta um lendingarviðurskiftini. SkúgviSkúvoy liggur ímillum [[Stóra Dímun|Stóru Dímun]] og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við einari fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Tey seinnu árini hevur tó verið afturgongd, serliga í lomvigastovninum. Skúvingar hava, sum kent er, tikið bæði egg og fugl, hetta hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Landbúnaður er eins og á hinum útoyggjunum tað, sum tey flestu takast við. Av øðrum virksemi eru tænastur fyri strandferðsluna, avgreiðsla av [[Tyrlur|tyrluni]], skúlaverkið og innan heilsurøktina. Í SkúgviSkúvoy eru góðir møguleikar fyri framburði og menning. Landbúnaðurin kann við betur fyriskipanum gerast ein lønandi vinna. Tað tilfeingi, sum oyggin hevur, kann gagnnýtast til fulnar, tá umstøður fyri framleiðslu undir heilsufrøðiligum góðkendum umstøðum vera til staðar. Ferðavinna er ein góður møguleiki í SkúgviSkúvoy.
 
Sildberin røkir farleiðina eftir sjónum til Skúvoyar, allir túrar undantikið ein hvønn yrkadag eru við tilkalling. Tyrlan røkir loftvegis sambandið, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ritan siglir við farmi av Havnini eina ferð um vikuna.
Linja 17:
== Søga ==
 
Hóast smæðin í stødd, bert 10 km<sup>2</sup> ella 60 merkur, er Skúvoyggin ofta nevnd í fornu søguni. Tað kemst av tí, at oyggin alt frá søguligari tíð gjørdist høvdingasetur. Her búsettust brøðurnir [[Beinir]] og [[Brestir]]. Miklir menn í mæti og ikki minni virdir og kendir sum hirðmenn [[Hákun Jallur|Hákun Jals]] í [[Noreg]]i. [[Sigmundur Brestisson|Sigmundur]] og [[Tórur]], synir hjá Bresti, vuksu upp í Skúvoy. [[Sigmundur Brestisson|Sigmundur]] er grivin í [[Ólansgarði]] í Skúvoy, og har stendur gravsteinur sum minni um hann. Sigmundur var hann, ið læt fyrstu [[Kirkja|kirkjuna]] byggja úti í SkúgvoySkúvoy. Eisini er nýliga reistur minnisvarði um Sigmund: Ein standmynd av Sigmundi sum smádrongur.
 
== Myndir ==
Linja 25:
Mynd:Rannvátoftir.jpg|Rannvátoftir í Fagradali.
Mynd:Skúvoy on 1 June 2013.JPG|Skúvoyar bygd.
Mynd:Skúvoy harbour 2013.JPG|Partur av havnalagnum í SkúgviSkúvoy og trappurnar, ið føra frá havnini niðan til bygdina.
Mynd:SkúvoyGrab.jpg|Sigmundarsteinur og grøv.
Mynd:Skúvoy boat harbour.JPG|Bátahylurin í Skúvoy.