Munurin millum rættingarnar hjá "Skúgvur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Stercorarius skua}}
Ercé (kjak | íkøst)
file
 
Linja 1:
[[Mynd:Storkjove.1.jpg|thumb|right|250px|Skúgvur.]]
[[File:Stercorarius skua MHNT.ZOO.2010.11.139.8.jpg|thumb| ''Stercorarius skua'']]
'''Skúgvur''' (lat. ''Stercorarius skua'') er nakað sum [[mási]] til støddar, brúnur sum hini kjógvasløgini, ikki búkhvítur og hevur onga snældu. Sum kjógvin er eftir ritu, er skúgvurin eftir likku, eltir hana, snittandi og snarandi, inntil hon má spýggja. Men kemur tá ein flokkur av ritum og ternum eftir honum, so má hann skunda sær at flýggja. Og ikki er hann snúiligari enn so, at kjógvin tuskar hann av. Úr sjónum fær hann sær seið og sild. Fyri bjargafuglin er hann skaðiligur, helst fyri lundan, tekur bæði egg og fugl. Lítið er til av honum. Tað, sum er í [[Evropa]], hevur tikið sær búgv í somu londum sum Norðmenn í forðum, í [[Føroyum]], [[Hetland]]i, [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]], [[Hebridurnar|Hebridum]], [[Ísland]]i og ikki sørt í [[Grønland]]i.