Munurin millum rættingarnar hjá "Dansk Melodi Grand Prix 2010"

Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
 
Linja 94:
Fyrst var ein innleiðandi runda, har allir 10 luttakararnir framførdu sínar sangir. Av teimum vóru fýra atkvøddir víðari til hálvfinaluna, har ið teir skuldu kappast tveir og tveir sangir hvør móti øðrum. Tveir av luttakarunum ið fingu flestar atkvøður frá hyggjarunum skuldu síðan kappast víðari í tí endaligu finaluni.
 
Sjálv mannagongdin viðvíkjandi atkvøðugreiðsluni fór fram eins og árið fyri, tá ið hon varð tikin í nýtslu á fyrsta sinni. Í fyrstu atkvøðurundu valdu hyggjararnir og ein fakjury í felag teir fýra sangirnir, ið fóru víðari í kappingini. Atkvøðurnar frá dómarunum og hyggjarnunum taldu her 50% hvør. Teir fýra valdu sangirnir fóru so víðari til hálvfinaluna, har teir kappaðust tveir og tveir hvør móti øðrum. Her vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvørjir tveir sangir sluppu víðari til endaligu finaluna, har ið tað aftur vóru atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvør sangur vann Dansk Melodi Grand Prix 2010 og harvið skuldi umboða Danmark á ESC 2010.<ref>{{cite web|url=http://ekstrabladet.dk/flash/kultur/article1294969.ece|title=Sådan foregår afstemningen|last=Teckemeier|first=Nanna Louise|publisher=[[Ekstra Bladet]]|date=6. februar 2010|accessdate=16. februar 2010}}</ref>
 
Í fakjury'ini sótu [[Paw Lagermann]], [[Camille Jones]], [[Søs Fenger]], [[Kenneth Kreutzmann]], [[Chief 1]] og [[Bent Fabricius-Bjerre]].