Dansk Melodi Grand Prix 2010

Dansk Melodi Grand Prix 2010 var tann 39. útgávan av Dansk Melodi Grand Prix, sum er ein árlig afturvendandi sangkapping, ið hevur verið fyriskipað síðan 1957 av Danmarks Radio (DR). Endamálið við kappingini er at finna tann sangin, ið skal umboða Danmark á Eurovision Song Contest 2010 í Norra.

Eurovision Song Contest 2010
Land  Danmark
Tjóðarútveljing
Útveljingartilgongdin Dansk Melodi Grand Prix 2010
Útvaldur(ir) dagur(ar) 6. februar 2010
Útvaldur(ir) luttakari(ar) Chanée og N'evergreen
Útvaldur sangur "In a Moment Like This"
Finaluframførslur
Hálv-finaluúrslit Kvalifiserað (5. pláss, 101 stig)
Finaluúrslit 4. pláss, 149 stig
Danmark í Eurovision Song Contest
2010 2012►
Chanée & Tomas N'evergreen

Kappingin varð hildin hin 6. februar 2010 í Gigantium í Aalborg við Felix Smith og Julie Berthelsen sum vertum og varð send beinleiðis á DR1.

Føroyski Jens Marni Hansen luttók í kappingini við sanginum Gloria. Hann kom ikki í finaluna.

Vinnarin gjørdist duo'in Chanée & N'evergreen við sanginum "In a Moment Like This", ið harvið umboðaði Danmark á Eurovision Song Contest 2010. Í finaluni har fingu tey 149 stig, sum rakk til eitt 4. pláss, sum tá var besta plaseringin hjá Danmark síðan 2001, tá Brøðurnir Olsen vunnu altjóða Eurovision Song Contest.

Luttakarar

rætta

Teir 10 luttakrarnir í Dansk Melodi Grand Prix 2010 vóru almannkunngjørdir hin 12. januar 2010. Av teimum vóru Bryan Rice, Kaya Brüel og Sukkerchok boðin við á einum sonevndum wildcard.[1]

# Sangari(ar) Sangur Komponistar / teksthøvundar Plasering
1. Bryan Rice "Breathing" Peter Bjørnskov 2
2. Joakim Tranberg "All About a Girl" Lars Halvor Jensen, Martin Michael Larsson, Ronan Keating -
3. MariaMatilde Band "Panik!" Maria Sejer, Matilde Kühl, Mads Haugaard, Marcus Winther-John -
4. Simone "How Will I Know" Jacob Launbjerg / Andreas Mørck 3
5. Jens Marni "Gloria" Svend Gudiksen, Johannes Jørgensen, Noam Halby -
6. Chanée & N'evergreen "In a Moment Like This" Thomas G:son, Henrik Sethsson, Erik Bernholm / Thomas G:son, Henrik Sethsson 1
7. Kaya Brüel "Only Tonight" Kaya Brüel -
8. Thomas Barsøe "Just Like Rain" Patrick Jonsson, Joakim Övrenius, Thomas Karlsson, Thomas Barsøe -
9. Sukkerchok "Kæmper for kærlighed" Lasse Lindorff, Martin Michael Larsson, Lise Cabble -
10. Silas & Kat "Come Come Run Away" Lise Cabble, Simon Munk 3

Atkvøðugreiðsla

rætta

Fyrst var ein innleiðandi runda, har allir 10 luttakararnir framførdu sínar sangir. Av teimum vóru fýra atkvøddir víðari til hálvfinaluna, har ið teir skuldu kappast tveir og tveir sangir hvør móti øðrum. Tveir av luttakarunum ið fingu flestar atkvøður frá hyggjarunum skuldu síðan kappast víðari í tí endaligu finaluni.

Sjálv mannagongdin viðvíkjandi atkvøðugreiðsluni fór fram eins og árið fyri, tá ið hon varð tikin í nýtslu á fyrsta sinni. Í fyrstu atkvøðurundu valdu hyggjararnir og ein fakjury í felag teir fýra sangirnir, ið fóru víðari í kappingini. Atkvøðurnar frá dómarunum og hyggjarnunum taldu her 50% hvør. Teir fýra valdu sangirnir fóru so víðari til hálvfinaluna, har teir kappaðust tveir og tveir hvør móti øðrum. Her vóru tað bert atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvørjir tveir sangir sluppu víðari til endaligu finaluna, har ið tað aftur vóru atkvøður frá hyggjarunum, ið avgjørdu hvør sangur vann Dansk Melodi Grand Prix 2010 og harvið skuldi umboða Danmark á ESC 2010.[2]

Í fakjury'ini sótu Paw Lagermann, Camille Jones, Søs Fenger, Kenneth Kreutzmann, Chief 1 og Bent Fabricius-Bjerre.

Hálvfinala Finala
         
     
  Simone – "How Will I Know"  
 
  Chanée & N'evergreen – "In a Moment Like This"    
  Chanée & N'evergreen – "In a Moment Like This"
 
    Bryan Rice – "Breathing"
  Silas & Kat – "Come Come Run Away"  
  Bryan Rice – "Breathing"    

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. "10 sange klar til Dansk Melodi Grand Prix". Danmarks Radio. 12. januar 2010. http://www.dr.dk/DRPresse/Artikler/2010/01/12/125726.htm. Heintað 12. januar 2010. 
  2. Teckemeier, Nanna Louise (6. februar 2010). "Sådan foregår afstemningen". Ekstra Bladet. http://ekstrabladet.dk/flash/kultur/article1294969.ece. Heintað 16. februar 2010.