Munurin millum rættingarnar hjá "Byrta"

7 bytes løgd afturat ,  3 mánaðir síðan
Internetið er IKKI ein nót!
s
(Internetið er IKKI ein nót!)
 
Samstarvið millum [[Guðrið Hansdóttir]] og [[Janus Rasmussen]] byrjaði í 2011, meðan bæði búðu í [[Ísland]]i, Janus hevði búð har í fleiri ár, meðan Guðrið nýliga var flutt til Reykjavíkar at búgva. Janus er best kendur í Íslandi sum ein av limunum í tónleikabólkinum [[Bloodgroup]]. Guðrið plagdi fyrr at skrivað alt á enskum, men meðan hon búði í Íslandi fór hon í holt við at skriva á føroyskum. Hon helt tó ikki at hetta nýggja tilfarið riggaði til hennara soloverkætlan, so tá hon møtti Janus, spurdi hon hann, um hann var áhugaður í einum samstarvi, og tað var hann.
 
Í mai 2013 góvu tey út eina fløgu við 10 løgum, fløgan nevnist [[Byrta (tónleikaútgáva)|Byrta]] og varð útgivin av plátufelagnum [[Tutl]].<ref>[http://www.last.fm/music/BYRTA/BYRTA Last.fm, Byrta]</ref> Eitt staklag av fløguni var útgivið í februar 2013 á alnótini[[internet]]inum, tað er lagið ''Loyndarmál'',<ref>[https://soundcloud.com/byrta/loyndarmal-master_01-wav/s-j8mu8 Soundcloud.com]</ref> sum var nógv at hoyra á føroysku útvarpsrásunum. Guðrið hevur skrivað sangirnir á fløguni, meðan Janus spælir øll ljóðførini á fløguni, tað er eisini Janus sum hevur framleitt tónleikin á fløguni.
 
Frá 30. oktober til 3. november 2014 luttók Byrta á íslendka tónleikafestivalinum ''Iceland Airwaves 2013''. Umframt Byrta luttóku eisini [[Eivør Pálsdóttir]] og [[Marius Ziska]].<ref>[http://music.fo/2013/08/31/three-faroese-acts-at-iceland-airwaves/ Music.fo]</ref> Við árslok 2013 varð tónleikabólkurin Byrta hálovaður av fleiri føroyskum tónleikaummælarum. Í útvarpssendingini Brunsj vóru fýra ummælarar samdir um, at útgávan hjá Byrta var besta føroyska tónleikaútgáva í 2013. Tey valdu sjálvi út millum allar útgávur sum vóru útgivnar av føroyskum tónleikabólkum og einstaklingum í 2013. Byrta var eisini ein av føroysku tónleikabólkunum, sum framførdu í nýggjárssendingini, sum var víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya nýggjársaftan 2013. Frá 23. januar til 20. februar 2014 var Byrta á Danmarkarturne saman við norðurlendsku tónleikabólkunum [[Good Moon Deer]] ([[Ísland]]), [[Sea Change]] ([[Noreg]]) og [[Sekuoia]] ([[Danmark]]). Talan var um festivalin Nordisk 2014, sum varð hildin fyri aðru ferð, har útvald tónleikanøvn úr norðurlondum, sum umboða tað nýggja innan norðurlendskan tónleik, fáa høvi til at spæla teirra tónleik á fleiri ymiskum støðum í Danmark, [[Føroyar|Føroyum]] og [[Ísland]]i. Nordisk 2014 skuldi byrja í Værløse í Danmark 23. januar, ymsastaðni í Danmark á tilsamans 10 støðum fram til 8. februar har seinasta framførslan skuldi vera í [[Helsingør]], síðan í Havn í Føroyum hin 15. februar og so at enda fýra konsertir í Íslandi frá 17. til 20. februar 2014.<ref>[http://gaffa.dk/nyhed/79908 Gaffa.dk, Byrta – færøsk elektroduo på Danmarksturné]</ref>
2,767

rættingar