Munurin millum rættingarnar hjá "Muhammad Ali"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 100:
Cassius Clay var føddur og uppvaksin í Louisville, [[Kentucky]] í [[USA]]. Hann byrjaði at venja amatørboksing tá ið hann var tólv ára gamal. Tá hann var átjan ára gamal, vann hann eina gullmedalju til [[Olympiskir leikir|olympisku leikirnar]] í [[Róm]] í [[1960]]. Stutt eftir tað skifti hann átrúnað til [[islam]]. Tá Clay var 22 ár í [[1964]], vann hann tveir boksititlar frá [[Sonni Liston]]. Tað var tá at hann skifti navn frá Cassius Clay til Muhammad Ali, tí hann føldi at Cassius Clay var eitt "trælanavn".<ref name=":0">http://www.gilderlehrman.org/history-by-era/civil-rights-movement/essays/importance-muhammad-ali</ref><ref>http://hollowverse.com/muhammad-ali/</ref>
 
Í [[1966]], tvey ár aftaná at hava vunnið tungvektsbokstittulin frá Sonni Liston, forargaði Ali ta amerikonsku stjórnina við at nokta at skriva seg inn í tann amerikanska herin. Hann var ímóti amerikanska virkseminum í [[Vjetnam]], og segði sín átrúnað vera orsøkina til avgerð sína.<ref name=":0" /><ref>Roberts, Randy (1991) Winning is the only thing: Sports in America since 1945. Johns Hopkins University Press. Síða 171-172 </ref> Hann var seinni handtikin og funnin sekur í at mótsiga hernaðarskyldu. Eisini vóru bokstitlar hansara tiknir frá honum. Hann mótmælti fyri hægstarætti í USA, sum læt dómin falla í [[1971]].<ref>http://www.portlandmercury.com/portland/not-so-fast/Content?oid=10883366</ref><ref>http://www.nytimes.com/2013/06/21/sports/in-alis-voice-from-the-past-a-stand-for-the-ages.html</ref>
 
Ali er mettur at vera ein av bestu tungvektboksarum í [[20. øld]]. Hann var seks ferði valdur sum "ársins nevaleikari" í blaðnum ''The Ring''. Hann var valdur sum "Besti ítróttarmaður í 20. øld" av ''Sports Illustrated'' og BBC. Sjónvarpstøðin ESPN nevndi hann triðja besta ítróttarmann í 20. øld. Ali hevði eyknevnið "the Greatest" og var við í fleiri søguligum boksdystum.<ref>espn.go.com/sports/boxing/topics/_/page/muhammad-ali</ref> Har ímillum kunna nevnast: ''Fight of the Century'', ''Super Fight II'', ''Thrilla in Manilla'', og ''The Rumble in the Jungle'', har hann bardist við [[George Foreman]].