Munurin millum rættingarnar hjá "NATO"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|North Atlantic Treaty Organization}}
No edit summary
Linja 20:
 
== Søga ==
[[Mynd:North_Atlantic_Treaty_Organization_(orthographic_projection).svg|thumb|right|220px|Kort yvir londinumlondini í NATO. [[Danmark]] hevur verið limur, síðan sáttmálin varð gjørdur í 1949. Føroyar eru eisini limur, tí at vit hava uttanríkispolitikk saman við Danmark.]]
12. mars 1947 helt amerikanski forsetin [[Harry S. Truman]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]]) røðu í [[Kongressin í USA|kongressini]] í USA. Vanliga verður sagt, at [[Kalda kríggið]] byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við [[Marshallhjálpin|Marshallætlanini]] um búskaparligu endurreisnina av [[Evropa]] gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949. Um somu tíð skipaði [[Sovjetsamveldið]] fyri, at londini í [[Eysturevropa]] fingu [[Sosialisma|sosialistiskar]] [[Einaræði|einflokkaskipanir]] við ætlanarbúskapum. Í 1955 stovnaði Sovjettsamveldið saman við eysturevropeisku londunum eina hernaðarsamgongu, [[Warszawasamgongan|Warszasamgonguna]]. Danmark bleiv limur í Nato í 1949. Og hóast [[Føroya løgting]] bæði áðrenn og aftaná hetta hevði samtykt, at Føroyar skuldu haldast uttanfyri allar hernaðarsamgongur, vórðu Føroyar í desembur 1952 lýstar at verða limur í NATO. Hervið varð støða Føroya sum uttanveltað land slept.