Munurin millum rættingarnar hjá "Arnold Ludvig"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Arnold Ludvig 2015.JPG|250px|thumbnail|Arnold Ludvig í 2015]]
'''Arnold Ludvig''' er ein føroyskur bassleikari. Hann er uppvaksin í Havn, hevur búð uttanlands og býr í løtuni (2015) á Sandi, haðani móður hansara er, saman við kanadisku konu síni, Anna Iakino, ið hann eisini spælir tónleik saman við í bólkinum [[Monkey Rats]]. Arnold spælir jazztónleik, hann hevur spælt við fleiri bólkum, eisini við rocktónleikabólkum, sum t.d. [[Terji og føstufressar]] og [[Plúmm]]. Í 2005 vann hann heiðurin sum Føroya besti bassleikari á [[Prix Føroyar|AME]] tiltakinum. Í 2013 útgav hann tónleikaútgávuna Arnold Ludvig Sextet - Voyages. Tað var [[TUTL]], ið gav fløguna út. Tey ið spæla við í sextettini eru: Arnold Ludvig - Fender Jazz fretless bass & acoustic guitar á lagnum 'Port of Thor', Mariane Bitran spælir floytu, Simon Spang-Hanssen spælir alto & soprano saxofon, Alain Apaloo spælir Fender Stratocaster guitar, Marko Martinovic spælir piano & Würlitzer og Niclas Campagnol spælir trummur. Í 1992 fekk Arnold fíggjarligan styrk (legat) frá FIH Reykjavík, Ísland, har hann las jazz tónleik frá 1990 til 1993. Arnold las eisini jazz á [[McGill University]] í Montreal, Quebec, Kanada frá 1993 til 1995.<ref>[http://arnoldludvig.com/about.html arnoldludvig.com - About]</ref>
 
== Tónleikaútgávur ==