Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Linja 93:
=== Landbúnaður ===
 
Høvuðsvinnuvegurin i Fraklandi er [[landbúnaður]]. Í norðara og vestara parti av fronsku fløtuni velta teir mest hveiti og sukurrøtun. Neytum hava teir nógv av, og fronsku neytini bera orð fyri at vera góð. Nógv av mjólkini verður gjørt til ost, og nógvastaðni er tann franski osturin væl umtóktur. Garðarnir eru nú oftast ikki størri enn so, at maður og kona við børnum fáa gjørt tað sum er at gera. Á franska hálendinum og upp móti [[Pyreneurnar|Pyrenearljøllunum]] hava teir stór fylgir av seyði og nakað av geitum eisini. Summastaðni í Fraklandi, t. d. rundan um [[Bordeaux]] og í landspartinum Champagne eru stórar fløtur avplantaðar við [[vín]]i. Tað lýggja veðurlagið og tann góði sólargangurin ger, at vinviðjurnar trívast væl, og einki annað land í verðini framleiðir so nógv vín sum Frakland. Teir flyta vín út í stórum. men nógv verður eisini drukkið í landinum, tí teir brúka tað aftur við [[Matur|mati]]. Í Normandinum ber ikki til at dyrka vin, tí veturin er ov kaldur, men so hava teir stórar súreplagarðar i staðin fyri. Í Rhonedalinum er fult av morberjatrøum á gørðunum, og fólk ala upp nøgd av silkiormum. Suðuri við [[Miðjarðarhavið]] dyrka teir nakað av risi og suðurí móti Pyreneunum mais.
 
=== Ídnaður ===