Munurin millum rættingarnar hjá "Ukraina"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá Natuur12
Merki: Rollback
Benadikt (kjak | íkøst)
s Stavseting. "Ukreina" er IKKI ein loyvdur stavimáti, so skuldu eysturoyingar sagt "Ukroyna".
Linja 27:
}}
 
'''Ukraina''' ella '''Ukreina''' ([[Ukrainskt mál|ukrainskt]]: ''Україна'' ella ''Ukrajina'') er eitt land í [[Eysturevropa]] við 45,4 milliónum íbúgvum. Tað hevur mark við [[Russland]], [[Hvítarussland]], [[Pólland]], [[Slovakia]], [[Ungarn]], [[Rumenia]], [[Moldova]], ikki-alment viðurkenda landið [[Transnistria]] og Svartahavið. Landið lýsti seg sjálvstøðugt í 1991. Ukraina er næststørsta land í Evropa, næst eftir Russlandi, um hugt verður at fermetratalinum. Høvuðsstaðurin er Kiev við 2,6 milliónum.
 
== Søga ==
Kievríkið var eitt land frá umleið 880 til umleið helmingin av 12. øld. Økið fevndi um Dnepr-dalin, ið lá í núverandi Ukraina, men fevndi eisini um partar av tí sum nú er Hvítarussland og partar av dagsins Russlandi. Ríkið fór til grundar eftir mongolsku innrásina, og tað sum nú er Ukraina gjørdust partur av Pólland-Litava, sum var eitt ríki frá 1569 til 1795.
 
Í 1986 var ringasta kjarnorkuvanlukka í heiminum í [[TjernobylVanlukkan vanlukkuní Tjernobyl|Tjernobyl]]. Geislavirkin evni vórðu spjadd víða um og gjørdu skaða á fólk, djór og umhvørviðumhvørvi, bæði í, men eisini uttanfyri landið.
 
Víðu, fruktagóðu fløturnar í Ukraina og ovurnógva kolið gjørdu, at landið var eitt hitt sterkasta lýðveldið í [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] (1922–1991). Síðan Ukraina fekk sjálvstýri í 1991, hava viðurskiftini við Russland verið vánalig, serliga tí, at londini hava ikki verið samd um, hvør eigur skip og vápn, ið vóru samogn í [[Sovjetsamveldið|Sovjettíðinisovjettíðini]].
 
== Politikkur ==
 
=== Uppreistur ===
[[File:Berkut attacks Maidan. War in Kiev.ogv|thumb|left|Tøl frá ukreinskuukrainsku myndugleikunum vísa, at 77 persónar eru deyðir, og minst 577 løstaðir í februar 2014. Talið á deyðum og løstaðum kann tó vera hægri <ref>http://www.nrk.no/nyheter/1.11559634</ref>.]]
Harðir samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgregluna í Kiev í februar 2014. Síðani november 2013 hava fólk mótmælt sitandi forsetanum í UkreinaUkraina. Støðan er spent í UkreinaUkraina, og stúrt verður fyri, at ófriðurin millum andstøðuna og stjórnardeildir, sum hevur verið í høvuðsstaðnum, fer at breiða seg til aðrar býir, og at tað endar við borgarakríggi. Tað byrjaði í november 2013, tá sitandi forsetin [[Viktor Janukovitsj]] valdi at lata vera við at skriva undir eina avtalu við [[ES]]. Avtalan, sum nógv hildu fór at slóða fyri ukrainskum ES-limaskapi, var klár at skriva undir, men í evstu løtu bakkaði forsetin út. Janukovitsj sá út til at vera fyri avtaluni, men trýst úr Russlandi fekk forsetan at hálsa um, og fyri hann hevði tað størri týdning at vera væl við [[Vladimir Putin]] enn at førka UkreinaUkraina nærri Vesturevropa og USA. Hetta hevur fingið øði í fólk, sum halda, at tættari samstarv við bæði USA og ES hevði gagnað vanliga ukrainanum nógv meir enn samstarvið við [[Russland]], og tey siga, at Janukovitsj bara arbeiðir fyri tey ríku í landinum <ref>http://www.bbc.co.uk/news/world-middle-east-26248275</ref>.
 
Fyri tað mesta hava mótmælini verið friðarlig, men 1. januar 2014 gjørdust tey harðligari, tí Janukovitsj fyri at steðga mótmælunum setti eina lóg í gildi, sum segði, at øll mótmælistiltøk skulu góðkennast av stjórnini, og at brot á lógina kann revsast við upp í tíggju ára fongsli. Lógin segði millum annað eisini, at fólk, sum møttu upp til mótmælini við maskum ella í hjálmi, skuldu fáa stórar bøtur. Nógv halda, at stjórnin við hesum vil skerja teirra rættindini, og eftirhondini er mótstøðan ikki bert ein rørsla fyri [[ES]]-limaskapi, men ein rørsla ímóti sitandi stjórnini, sum eisini verður løgd undir at vera korrupt. Sagt verður frá, at løgreglan fer harðliga fram móti mótmælisfólkum, og píning og eyðmýking av tiknum mótmælisfólkum er gerandiskostur. Tað er servanda løgregluliðið Berkut, sum hoyrir undir innlendisráðið, ið hevur til uppgávu at hava eftirlit við stórum mannamúgvum. Berkut er tiltikið fyri at brúka harðskap til at røkja sína uppgávu, og [[Amnesty International]] hevur longu heitt á myndugleikar um at kanna søgur um óneyðugan harðskap frá Berkut í sambandi við mótmælini. Amerikanski varaforsetin [[Joe Biden]] hevur tosað í telefon við Janukovitsj í februar og hevur heitt inniliga á hann um ikki at brúka harðskap til at steðga mótmælunum. Sambært USA hevur ukrainska stjórnin eina ábyrgd av at loysa spenningin millum partarnar <ref>http://www.foxnews.com/world/2014/02/20/timeline-key-events-in-ukraine-protests/</ref>.
Linja 48:
=== Býir ===
 
[[Kyiv]] er høvuðsstaðurin í UkreinaUkraina. Har eru m.a. nógv gomul kleystur og gamlar [[Kirkja (hús)|kirkjur]]. [[Odessa]] er ein stórur havna- og ídnaðarbýur. Har eru eisini stórar skipasmiðjur og kornsiloir. [[Kharkiv]] og [[Donetsk]] eru eisini stórir ídnaðarbýir, har verða landbúnaðarmaskinur framleiddar. <ref>http://www.landsider.no/land/ukraina</ref>
 
Størstu býirnir í Ukraina:
Linja 74:
== Fólkið ==
 
Í Ukraina eru viðurskiftini ring ímillum upprunafólkið og mongu [[Russland|russarnarrussararnar]], ið vórðu eggjaðir at flyta higar í [[Sovjetsamveldið|sovjettíðini]]. Fimtingurin av fólkinum eru russar í [[2010]]. SovjetstýriðSovjettstýrið í [[Moskva]] royndi at fáa burtur munin ímillum fólkasløgini í [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] og noyddi tey, ið ikki vóru russar, at læra seg [[Russiskt mál|russiskt]] og taka við russiskari mentan, so at tey skuldu gloyma sína egnu mentan.
 
== Keldur ==