Munurin millum rættingarnar hjá "Wuhan"

Content deleted Content added
Linja 103:
== Søga ==
Wuhan hevur eina 3.500 ára langa søgu og er ein av elstu og mest mentaðu stórbýum í Kina. Undir [[Han-ríkið|Han-ríkinum]], gjørdist Hanyang ein rættiliga týðandi havn. Veturin 208/9 hendi ein av kendastu bardøgunum í søgu Kina og ein týðandi hending í ''Søguni um tey trý kongsveldini''— Stríðið um Reyðu Bergini, ið fór fram í fjøllunum nærindis Wuhan. Um tað mundi blivu múrar bygdir fyri at verja Hanyang (206 e.Kr.) og Wuchang (223 e.Kr.). Tann seinna hendingin markerar stovnanina av Wuhan. Í ár 223 varð [[Yellow Crane Tower]] (黄鹤楼) bygt á Wuchang-síðuni av Yangtze-ánni. [[Cui Hao]], ið var ein kendur yrkjari í [[Tang-ríkinum]], vitjaði bygningin fyrst í 8. øld. Yrking hansara gjørdi tornið til eitt av teimum kendastu í Suðurkina.<ref name="Wan1">Wan: Síða 42.</ref>
 
Seint í 19. øld vórðu jarnbreytir víðkaðar í norður-suður ás gjøgnum býin, og tað gjørdi býin til ein tíðandi miðdepil innan umskiping millum jarnbreytina og ferðslu eftir ánni. Tað var í hesum tíðarskeiðnum, at útlendskar kreftir fingu kontroll yvir handilsøki, har áarbakkin framvið Hankou varð býttur sundur í útlenskt-stýrd handilsøki. Á økinum vóru handilsskrivstovur, vøruhús, og atløgubryggjur.
 
== Keldur ==