Munurin millum rættingarnar hjá "Franz Kafka"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata)
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:Kafka portrait.jpg|thumb|right|Franz Kafka]]
'''Franz Kafka''' ([[3. juli]] [[1883]] – [[3. juni]] [[1924]]) var kekkiskur rithøvundur av jødiskum uppruna. Hann skrivaði á týskum. Hann varvarð føddur og uppvaksin í [[Prag]], [[Kekkia]]. Pápin var ein ríkur, [[Kekkia|kekkiskur]] keypmaður. Franz las [[løgfrøði]], men so líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at vinna til lívsins uppihald við slíkum lítið avbjóðandi skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av [[tuberklar|tuberklum]] og flutti á eitt sanatorium at búgva.
 
Kafka var sera kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í [[Berlin]] eftir [[1918]] vóru dropin. Hann doyði í [[1924]]. Hóast Kafka var [[Kekkia|kekki]], skrivaði hann allar sínar bøkur á [[týskt (mál)|týskum]]. Sjey teirra vórðu útgivnar, meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út, eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í [[1925]], "Das Schloss" í [[1926]] (óliðug) og "Amerika" í [[1927]].