Munurin millum rættingarnar hjá "Páskir"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Easter}}
Eg meini ikki pesach merkir páskalambi, men at leypa um. 2 mos.
 
Linja 6:
== Orðalýsing ==
 
Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú "gleðilig'''ar''' páskir" og ikki "gleðilig páskir", "eg var og ferðaðist um páski'''rnar'''" og ikki "um páskini". Í [[Norrønt|norrønum]] máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir". Á [[Íslendskt mál|nútíðaríslendskum]] er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við [[Kristindómur|kristindóminum]]. Tað er komið um [[Grikskt mál|grikskt]] og [[Latínskt mál|latín]] úr [[Hebraiskt mál|hebráiskum]] máli, tí máli, sum [[Gamla Testamenti]]i er skrivað á, har tað æt ''pesach'' og merkti "páskalambat leypa um". Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. Á [[Týskt mál|týskum]] eita páskir ''Ostern'' og á [[Enskt mál|enskum]] ''easter''. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum [[sólin]] kemur upp.
 
== Jødiskir páskasiðir ==