Munurin millum rættingarnar hjá "Guam"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 44:
=== Hóttan úr Norðurkorea ===
 
Í 2013 var kent at [[Norðurkorea]] hevur flutt rakettútskjótingar rampar til eysturstrondina <ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/nord-korea-soer-korea/soer-korea-nord-korea-skjoet-opp-kortdistanseraketter/a/10110313/</ref>. Í apríl 2013 kom fram at politiska leiðslan í Norðurkorea hevði góðkent ætlanir um eitt eirindaleyst kjarnorkuálop á amerikonsk mál. Ein tænastumaður í amerikonsku fregnartænastuni [[CIA]] sigur við CNN at sambært teirra informasjóndeira so kann ein rakettútskjóting koma heilt skjótt. Informasjónin byggir á avlurting av internum norðurkoreanskum samskifti. Talan kann vera um eitt beinleiðis álop á amerikanskar basur í Asia, Guam ella [[Hawai'i]]. Amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur gjørt greitt, at teir fara at senda rakettverjuskipanir til kyrrahavsoynna Guam, har USA hevur eina stóra hernaðarstøð. USA hevur áður sent B-1B «Lancer»-flogfør til Guam til tess at ræða Norðurkorea <ref>http://www.nrk.no/verden/fryktar-nordkoreansk-rakettangrep-1.10973871</ref><ref>http://www.businessinsider.com/david-cenciotti-aviationist-us-amasses-strategic-bombers-near-dprk-2013-4</ref>. Oyggin liggur í ein útsynning úr Norðurkorea umleið 3.500 kilometrar frá høvuðsstaðnum [[Pyongyang]].
 
== Landafrøði ==
Linja 54:
== Búskapur ==
 
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Guam. Umleið 1 mió. ferðafólk vitja árliga.<ref>https://www.guamvisitorsbureau.com/news/news-releases</ref> Flestu ferðafólk, ið koma til Guam eru japanar (uml. 70 %).<ref>https://web.archive.org/web/20070827061618/http://www.visitguam.org/members/?pg=research</ref> Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at eisini nógvir amerikanar fara til Guam at ferðast. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkurnar, sum draga fólk higar. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna og inntøkukelda, annars er [[Hernaðarliga verjan|herurin]] hjá USA tann størsta vinnan.<ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gq.html</ref> Umleið 6.000 amerikanskir hermenn eru á Guam. Næstan ein triðingur av oynni er undir ræði av amerikanska herinum. The Joint Region Marianas er ein amerikonsk hernaðarkommando á oynni við herstøðunum Anderson Air Force Bace og Naval Base Guam. Anderson Air Force Base hevur B52-bumbuflogfør og jagaraflogfør. Ovastin í amerikanska herinum hevur nevnt Guam sum "permanenti flogberin hjá USA".<ref>http://www.abc.net.au/news/2017-08-09/where-is-guam-and-how-many-us-troops-are-there/8788566</ref>
 
Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri [[2006]], sær soleiðis út sambært CIA World Factbook <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gq.html</ref>: