Munurin millum rættingarnar hjá "Ð"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 3:
'''Ð''' (stóra '''Ð''', lítla '''ð''') er 5. [[bókstavur]] í tí føroyska [[stavrað]]num og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur ''edd''. Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði. Bókstavurin ð er stummur á føroyskum, men ikki á íslendskum. [[V.U. Hammershaimb]] valdi at taka ð við í mállæru sína, meðan [[Jakob Jakobsen|Dr. Jakobsen]] ikki tók ð við í sínum uppskoti til stavrað og mállæru.
 
Av tí at ð er stumt á føroyskum, eru tað mong ið hava trupult við at skriva tað rætt, tí ein skal kenna reglurnar væl. T.d. skal eitt sagnorðnavnorð, sum stendur í hvørjumfalli, ongantíð enda við ð; eitt hvørkikynsorð, ið er bundið, skal enda við ð, meðan óbundið hvørkikynsorð ikki endar við ð.
 
Orðini ''var'' og ''varð'' verða úttalað eins, men hava ikki somu merking. ''Var'' er tátíðarformur av tí, sum eitur ''er'' í nútíð (hon ''er'' heima, hon ''var'' heima). ''Varð'' er tátíðarformur av tí, sum eitur ''verður'' í nútíð (bókin ''verður'' lisin, bókin ''varð'' lisin í útvarpinum).