Munurin millum rættingarnar hjá "Sýldur drunnhvíti"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Oceanodroma leucorhoa}}
No edit summary
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Morten Thrane Brunnich|Brünnich]], 1764)
}}
[[file:Oceanodroma leucorhoa MHNT ZOO 2010 11 42 Fair Isle - Naurois.jpg|thumb| Sýldur drunnhvíti]]
'''Sýldi drunnhvíti''' (frøðiheiti - ''Oceanodroma leucorhoa'') líkist hinum [[Drunnhvíti|vanliga]], men kennist væl frá honum, tí at hann er góðan mun størri og hevur djúpa sýling aftan í velinum. Á veingjunum er hann meira gráligur. Eingin veit hann eiga aðrastaðni í [[Føroyum]] uttan á [[Mykines]]i og [[Mykineshólmur|Mykineshólmi]], og tað er stutt síðani, at menn vóru varir við hann har. Nú er hann nógvur, so hann má vera nørdur óføra skjótt, og tað letur til, at hin drunnhvítin otar seg undan honum, har hann kemur. Holur hansara eru langar og krókutar og oftast ringar at finna á, tí sítt gras hongur niður fyri inngongdina. Hann fer ikki út, fyrr enn hálvaskýmt er, og er eisini seinur heim á morgni. Dúnungin er svartur. Bæði hann og hin vanligi [[drunnhvíti]]n liva mestu tíðina á árinum úti á víðum havi, og hvør er treystari og fimari enn annar í flognum.