Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Gujana"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|French Guiana}}
Linja 36:
== Fólkið ==
[[Mynd:Guyane_map-en.svg|thumb|left|250px|Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin regnskógur.]]
Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Við fólkateljingina í 2011 vóru 56,5% av íbúgvunum fødd í Franska Gujana, 9,3% vóru fødd í meginlands [[Frakland]]i (í Evropa), 3,4% vóru fødd í Fransk Karibisku departementunum Guadeloupe og Martinique og 30,5% were born in foreign countriesuttanlands (fyrst og fremst [[Suriname]], [[Haiti]] og [[Brasil]]). Í Fronskum Gujana býr eisini ein stórur bólkur, sum er ættaður úr [[Laos]] (ið áður hoyrdi til [[Frakland]]s sum partur av [[hjáland]]inum Fronskum Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland hevur rátt ella framvegis ræður. Upprunafólkið, [[Indianarar|indiánararnir]], telur bert trý til fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá [[Trælur|trælum]], sum einaferð vórðu førdir um hav úr [[Afrika]]. Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana. Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum, er innflutt, meginparturin úr Fraklandi.
 
== Mál ==