Munurin millum rættingarnar hjá "Fuglur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Birds}}
No edit summary
Linja 17:
}}
 
'''Fuglur''' (frøðiheiti - ''Aves'') er tvíføtt [[ryggdýr]] ið hevur fjøður, veingir og nev, og verpur egg. Fuglar eru einastu [[djór]], ið hava fraðrar. Teir hava heitt blóð sum [[súgdjór]]ini. Til eru eini 9.000 fuglasløg, og tey liva um allan knøttin. Í heitum londum eru til dømis litfagrir [[pappageykar]], í urtagørðum [[Bringureyði|bringureyðar]] og [[Trøstur|trøstar]], av [[Sjófuglar|sjófuglum]] kunnu nevnast [[pingvin]] og [[lundi]]. Flestu fuglar eru væl bygdir at fúgva og hava sterkar bringuvøddar. Kropsbeinini eru løtt, poknut og opin innan. Tað lættir um vektina. Eisini fjaðrarnar eru lættar. Teir verja kroppin og halda hann heitan. Veingjarfjaðrarnar sita so tættar, at vongurin verður slættur, og luft sleppur ikki inn ímillum fjaðrarnar, hvørki undir ella á. Velið gevur javnvág og stýrir flognum. Nakrir fáir fuglar fáa ikki flogið. Sum dømi kunnu nevnast pingvinir, [[Strutsur|strutsar]] og tann sjáldsami uglupappageykurin í [[Ný Sæland]]i. Fuglar hava ikki tenn, men nógvir hava sterkt nev. Flestir fuglar, helst [[ørn]]ir og aðrir [[Ránsdjór|ránsfuglar]], síggja og hoyra væl, men teir tevja lítið. Tann lítla humlukolibriin er heimsins minsti fulgur. Hon er bara 5 cm. long og vigar bara 2 g. Strutsurin er heimsins størsti fuglur og verður yvir 2,5 m. høgur og vigar eini 150 kg. Fuglar fáa ikki sum súgdjór livandi ungar. Teir verpa egg, sum teir so noyðast at bøla, so at tey eru heit. Ungin búnast í egginum og livir av reyðanum. Nakrar vikur seinni brestur fyri nev og ungin kemur út. Nógvir fuglar gera sær reiður, men verpur á rókina. [[Geykur|Geykar]] verpa í reiður hjá øðrum fuglum og lata so teir ala ungarnar upp. Vanliga eru nýklaktu ungarnir púra hjáparleysir, naknir og blindir. Vit siga, at teir eru reiðurfastir, og foreldrini mugu bera í teimum mat og verja teir fyri fíggindum, til teir eru floygdir.
'''Fuglur''' (frøðiheiti - ''Aves'') er tvíføtt [[ryggdýr]] ið hevur fjøður, veingir og nev, og verpur egg.
 


Fjaðarbúnin er ymiskur í liti og útsjónd. Músabrøður, spurvar og aðrir fuglar hava hyljandi morreyðan lit. Aðrir fuglar hava bjartar, ásýniligar litir. Í verpingartíðini gera litirnir tað lættari hjá hesum fuglum at velja og finna sær maka og lætta eisini um at halda flokkinum saman. Smáar kolibriir hava einar 1.000 fjaðrar, savnur fleiri enn 25.000. Fjaðrar eru úr keratini eins og hár og negl á fólki. Fjøðurin er stinnur leggur í miðjuni, báðumegin ganga teinar úr legginum, og teinarnir eru bundnir saman av tøttum hjáteinum, ið eru tengdir saman við smáum krókum. Leggur og teinar eru skeggið á fjøðurini. Undir verndarfjaðrunum er dún; tað lívir væl. Um dagin hava fuglar úr at gera at ansa ungunum, eta og reinska fjaðrarnar. Sumt av tí, ið fuglur ger, er íborið og nýtist ikki at lærast fyrst, til dømis at leita sær føði ella at flúgva. Men fuglalát má lærast, teir herma eftir øðrum fuglum.
 
== Sí eisini ==
Line 24 ⟶ 25:
* [[Fuglar í Føroyum]]
 
 
{{stubbi}}
{{Commonscat|Birds}}