Munurin millum rættingarnar hjá "Fólkatingið"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Folketinget}}
Replacing Coat_of_arms_of_the_Folketing_of_Denmark.svg with File:Seal_of_the_Folketing_of_Denmark.svg (by CommonsDelinker because: File renamed: [[:commons:COM:FR#reasons|File renaming criterion #3]
Linja 1:
[[Mynd:Coat of armsSeal of the Folketing of Denmark.svg|200px|thumbnail]]
'''Fólkatingið''' er tað lóggevandi tingið í [[Danmark]]. Frá 1849 til 1953 var fólkatingið eitt av tveimum kømrum í ríkisdegnum; hitt kamarið var landstingið. Síðan 1953 hevur fólkatingið havt eina eittkamarsskipan. Fólkatingið heldur til á [[Christiansborg]] í [[Keypmannahavn]] og hevur 179 fólkatingslimir, harav tveir limir eru úr [[Føroyar|Føroyum]] og tveir eru úr [[Grønland]]i. Fólkatingslimirnir verða valdir í 19 valdømum í Danmark. Føroyar og Grønland velja sínar limir við egnum valum. Fólkatingslimirnir eru valdir fyri eitt fýraára tíðarskeið. Arbeiðið í fólkatinginum verður leitt av einum presidium, sum umframt fólkatingsformannin, ið verður valdur av fólkatinginum fyrst í skeiðnum, hevur upp til fýra varaformenn. Eftir eitt fólkatingsval skal ein ella fleiri flokkar skipa samgongu, og síðan verða nevndir valdar. Allir fólkatingslimir kunnu koma við lógaruppskotum, sum síðan verða viðgjørd lutvíst í fólkatingssalinum við fyrstu, aðru og triðju viðgerð, og lutvíst í nevndunum.