Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|California}}
Linja 86:
=== Ferðavinna ===
[[Mynd:Beach_Avalon_Catalina_California_2003-22-19.jpg|thumb|right|250px|Mynd av [[Catalinaoy]]nni. Hagar fara nógv ferðafólk at hyggja at alskyns litfogrum [[dýr]]um og [[Fiskur|fiskum]].]]
Ferðavinnan hevur [[Búskapur|búskaparligan]] týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í lutstatinum, gevur tað nógvar ágóðar - fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiða í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í [[USA]] <ref>http://www.beachcalifornia.com/stats2.html</ref>. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til landiðstakríkið.
[[Mynd:Californiaadv-rollercoaster-water.jpg|thumb|right|250px|Ógvuliga mong ferðafólk koma til Disneyland í Anaheim. Disneyland hevði 15,9 milliónir ymisk vitjandi í [[2009]]<ref>http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html</ref>.]]
Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkirnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið <ref>http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html</ref>. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá [[apríl]] og til [[august]]. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum <ref>http://www.bridgesinternational.com/international_student_facts/</ref>. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum.