Munurin millum rættingarnar hjá "Fugloy"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
No edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Fugloy''', sum hevur fingið navn av tí nógva [[Fuglur|fugli]], ið har búleikast, er tann minsta av [[Norðoyar|Norðoyum]], 11.1 km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru [[Kirkja (bygd)|Kirkja]] og [[Hattarvík]]. [[Kirkja (hús)|Kirkja]] og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014. Í prosentum upplivdi [[Fugloyar kommuna]] nógv tann størsta fólkavøksturin í 2014-2015. Í tíðarskeiðinum 1. mars 2013 ti 1. mars 2014 øktist fólkatalið í Fugloy við trimum úr 38 upp í 41 fólk, og tað svarar til ein vøkstur upp á heili 7,9 prosent.
 
Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar [[plantur]] eru at finna. Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í [[Mykines]]i er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki.