Munurin millum rættingarnar hjá "James Dean"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
Dexbot (kjak | íkøst)
s Bot: Parsoid bug phab:T107675
Linja 47:
James ynskti at sleppa at koyra kapp aftur, og skuldi eftir ætlan, koyra í Salinas í [[Kalifornia]] tann [[30. september]] [[1955]].<ref>Raskin (2007) pp. 111–15.</ref> James hevði verið viðmælt av týska bilmekanikaranum Rolf Wütherich, at koyra bil sín, Porsche 550 Spyder "Little Bastard", frá [[Los Angeles]] til Salinas, til at venjast bilinum. Í bilinum vóru James og Rolf, og í einum bili aftanfyri koyrdu Bill Hickman, ein stunt kordinator, og myndamaðurin Sanford Roth. Teir báðir seinnu skuldu fylgja Dean í kappingini. Klokkan 15.30 fingu báðir bilførarnir, James og Bill, eina bót fyri at koyra ov skjótt.<ref>http://sloblogs.thetribunenews.com/slovault/2011/09/fade-to-black-eyewitness-to-james-deans-fatal-accident/</ref>
 
<nowiki> </nowiki>Tá ferðaliðið var ávegis til kappingarstaðið á vegnum U.S. Route 466, klokkan umleið 17.15, royndi ein Ford Tudor frá 1950 at venda av vegnum og inn á eina avkoyring, men endaði mitt á vegnum. James kom koyrandi júst í tí løtu, náddi ikki at steðga, og koyrdi beint inn í bilin. Bilførarin á Ford bilinum slapp við minni skaðum. Rolf Wütherich kastaðist út úr bili James og yvirlivdi, ímeðan James sjálvur, kleimdist fastur og fekk fleiri deyðiligar løstir, ímillum annað ein brotnan nakka.<ref>Perry (2012) pp. 14–15.</ref> Ein kvinna við royndum innan sjúkrahúsverkið, var á staðnum og føldi ein veikan puls, men "deyðin sá út til a hava rakt eygablikkiligt". James var roknaður deyður við komu á ''Paso Robles War Memorial Hospital'' klokkan 18.20.<ref>Raskin (2005) p. 129</ref>
 
Tíðindini um deyða James, tóku eina tíð at røkka dagbløðini í eystari parti av [[USA]], men ferðaðust skjótt ígjøgnum útvørp og sjónvørp. Tann [[2. oktober]] høvdu eitt ótal av amerikanskum og útlendskum miðlum umtalað deyða James.<ref>Perry (2012) pp. 194–95</ref>Jarðarferð hansara varð hildin tann [[8. oktober]] [[1955]] í ''Fairmount Friends Church'' í [[Indiana]]. Kistan varð afturlatin fyri at verja um tað illa løstaða líkið. Umleið 600 syrgjarir vóru til jarðaferðina, ímeðan 2400 fjepparar møttust uttan fyri bygningin at syrgja.