Munurin millum rættingarnar hjá "Koranin"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Dexbot (kjak | íkøst)
s Bot: Parsoid bug phab:T107675
Linja 2:
'''Koranin''' ([[Arábiskt mál|arábiskt]] '''القرآن‎''' ''al-qur'ān'', ið merkir "upplesturin"), er heilaga skriftin hjá [[Muslimar|muhammedsmonnum]]. Muhammedsmenn ella muslimar trúgva, at Koranin er opinbering, ið [[Muhammed]] profetur fekk frá Guði (Allah) umvegis eingilin Gabriel í árunum 609 til deyða sín í 632. Koranin er upprunaliga skrivað á fornarábiskum máli, ólíkt nútíðararábiskum máli, við stórari ávirkan úr fornum arábiskum bygdarmálum í norður Saudiarábia. Munurin á málunum kann berast saman við gamalt spanskt mál og nútíðarspanskt mál, ella láglatín og nútíðar latínsk mál (franskt, portugiskiskt mál, o.s.fr.). Hóast arábiska málið í Koranini er torført at týða, m.a. tí at orð hava ymiskar týdningar alt eftir samanhangi, var Koranin í 2010 týdd til 112 mál, flestu teirra afrikonsk, ásiatisk og evropeisk mál. Tó biðja allir muslimar á arábiskum og upprunaliga Koranin er best umtókt millum muslimar, millum annað tí muslimar trúgva, at upprunaliga Koranin er orðarøtt og eins og Guð mælti hana til Muhammed.
 
<nowiki> </nowiki>Koranin hevur fleiri søgur í felag við [[Bíblian|Bíbliuna]] og [[Tora|Toruna]] við smáum munum. Harumframt eru til dømis [[Ísakur]], [[Jesus]] og [[Elia]] profetar í Koranini. Tó trúgva muslimar, at Muhammed profetur er allarsíðsti profetur í røðini av mongum. Koranin kallar kristin og jødar ''bókarinnar fólk'', men muslimar halda, at Bíblian og Toran eru villeiddar og spiltar.
 
== Ávísingar úteftir ==