Munurin millum rættingarnar hjá "Hitastigar"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 4:
 
== Nullunkt ==
Í søguligum høpi er tað ikki so langt síðani, at vísindafólk vitstu, at hiti hevði eitt lágmark, eitt absolutt nullpunkt. Franski alisfrøðingurin Guillaume Amontons samanbar í 1702 rúmdarbroytingar í einum lufttermometri og einum kyksilvurtermometri og kom fram til, at lufttermometrið fór at vera "tómt" við ein hita, sum svarar til umleið −240 °C.
 
Landsmaður Amontons', Johann Heinrich Lambert, kom í 1779 fram til, at tað absolutta nullpunktið mátti vera áleið −270 °C.
 
Skotin William Thomson, Kelvin lordur, skrivaði eina vísindagrein í 1848, har hann m.a. roknar absolutta nullunktiðnullpunktið til −273 °C og vísir á, at hiti átti at verið roknaður út frá hesum nullpunkti.
 
Í søguligum høpi er alt hetta rættiliga seint, og tað er tí kanska ikki so løgið, at teir ymisku hitastigarnir, sum hava verið, hava ymisk nullpunkt. Harafturat hava hitastigar verið, sum hava gingið øvugtan veg - tá hitin veksur, minkar talið á stiganum! Soleiðis var m.a. tann upprunaligi [[Celsiusstigin]] hjá [[Anders Celsius]], men landsmaður Celsius', kendi plantufrøðingurin [[Carl von Linné]], broytti stigan til tann, vit kenna í dag. Men eisini [[Delislestigin]] gongur øvugtan veg.