Munurin millum rættingarnar hjá "Steinkópur"
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|220px|Steinkópur er gráur við dimmum blettum um allan kroppin. Mynd:Phoca_vitulina_habitat.png|thu..." |
No edit summary |
||
Linja 3:
'''Steinkópur''' (frøðiheiti ''Phoca vitulina'') er uppi í teimum smáu kópunum, brimilin verður 150-190 cm langur og vigar 70-150 kg, opnan verður 130-170 cm long og vigar 60-110 kg. Teir eru ójavnt grámorreyðir og blettutir, grúkurin er rundbóllutur og snáðin stutt, hetta fær teir at líkjast frá [[Láturkópur|láturkópi]], sum hevur langvaksnan gnúk og langa snáð. Nósin kastar ullfeldin, áðrenn hann verður lagdur, og hann verður lagdur við stálgráum feldi, sum vatn rínur ikki við. Ungkópar, ið eru ikki kynsbúnir, fáa ljósamorreyðan feld. Steinkópur heldur til við strendurnar í tí lýggjara økinum norður í tað [[Arktis|arktiska]] økið. Í Norðurhøvum er hann norðanfyri úr Frans Jósefslandi og [[Noreg|Norðurnoregi]], undir [[Svalbarð]]i, [[Ísland]]i og serliga [[Grønland|Suðurgrønlandi]] eystur í [[Kattegat]] og syðra partin í Eystarasalti og suður til strendurnar í [[Portugal|Suðurportugal]]. Vestanfyri er hann suður til Cap Cod úti fyri [[Boston]] í [[Massachusetts]]. Steinkópur helt uppat at leggja í [[Føroyum]] í 18. øld; men hann sæst her regluliga. Í Norðurhøvum er steinkópur skiftur í eitt vestara og eitt eystara undirslag.
Steinkópur hevur ikki lagt í [[Føroyum]] síðan í 1800-talinum. Hóast Steinkópurin ikki hevur lagt undir Føroyum í langa tíð hevur hann verið sæddur her um leiðir við jøvnum millumbilum. Í 1963-1967 vóru skotpremiur
Steinkópur etur [[Fiskur|fisk]]. Føðin broytist alt eftir, hvat ið er at fáa, til dømis [[hýsa]], glýsingur, nebbasild, [[toskur]], hvítingur, sild, skrubba og reyðsprøka, harumframt ryggleys djór. Steinkópur er rættiliga støðufastur og heldur seg við útgrunnar strendur, sandgrynnur og sandriv, har hann fær ligið og sólað sær. Tað kann bera á, at nósar í vána veðri, ella tí fólk órógvar teir, villast burtur frá mammuni. Hesir nósar verða nevndir ýlarar, tí teir ýla eftir opnuni, og teir minstu koma sjáldan undan. Steinkópur látrast stutt eftir, at nósin er lagdur, og av tí at fostrið ikki fer at mennast fyrr enn 5-3 mánaðir seinni, er opnan kviðin í níggju mánaðir. Nýlagdur nósi dugir at svimja beinanvegin, hann er 70-100 cm langur, vigar 8-12 kg og sýgur mammuna í 3-6 vikur. Steinkópur er kynsbúgvin, tá ið hann er 3-5 ára gamal, og hann kann gerast 20 ára gamal.
Í vesturstovninum undir [[Kanada]] - [[Nýfundland og Labrador]] - eru tilsamans 13.000 kópar. Tey hava gjørt upp, at í øllum stovninum í Eysturatlantshavi eru einir 70.000 kópar, av teimum eru 25.000 kópar úr tí [[Ísland|íslendska]] stovninum, sum er í minking. Við [[Stórabretland]]s strendur er ein stovnur, ið er 26.000 kópar, hann er í vøkstri. Tað, ið eftir er av steinkópaflokkinum, er skift í smástovnar fram við [[Noreg]]s strondum, [[Írland]]s, í Norðsjónum, Eystarasalti, frá [[Danmark]] til [[Niðurlond]], og nakrir fáir hundrað eru undir [[Frakland]]i. Steinkópastovnurin undir Útnyrðingsevropa hevur ment seg aftur eftir eina umfarsjúku í 1988. Tá ið uml. 20.000 steinkópar doyðu. Á hvørjum ári verða nakrir fáir hundrað steinkópar dripnir í [[Grønland]]i. Annars er steinkópur sum heild friðaður á teimum leiðum, har ið hann teikar, uttan í Íslandi og Noregi, har ið tey veiða nakað av honum t.d. til granskingarendamál, og annars við alitingarnar í Norðurhøvum. Síðan 1977 hevur allur kópur verið friðaður í Danmark.
|