Munurin millum rættingarnar hjá "Nobelvirðislønin"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''Nobelvirðislønin''' er ein heiðursløn, ið verður latin einaferð um árið á deyðsdegnum hjá Alfred Nobel, hin [[10. desember]]. Heiðurslønin varð fyrstu ferð latin í 1901. Heiðurslønamóttakararnir í alisfrøði og evnafrøði verða valdir av ''Kungliga vetenskapsakademiens nobelkommitté'', í fysiologi og medisini av ''Karolinska institutets nobelkommitté'', í bókmentum av ''Svenska akademiens nobelkommitté'' og ''Friðarheiðursløn Nobels'' av ''Norske Stortings Nobelkomité''. Allar hesar virðislønirnar verða latnar av ognini hjá Nobel Stýrinum. Í 1968 kom ein eyka heiðursløn, sum Sveriges Riksbank setti á stovn, tað er Nobelvirðislønin í búskapi, sum eisini verður latin á hvørjum ári av ''Vetenskapsakademien''.
 
Allar Nobelheiðurslønirnar verða lætnarlatnar í [[Stokkhólmur|Stokkhólmi]] í [[Svøríki]] uttan Friðarheiðursløn Nobels, sum verður latin í [[Noreg]]i. Orsøkin er tann, at Noreg og Svøríki vóru saman í einum felagsríki, tá Alfred Nobel andaðist hin 10. desember 1896, og Svøríki stýrdi uttanríkispolitikkin. Nobel meinti tí, at vandin fyri mutri var minni, um tað var Noreg, ið stóð fyri handanini av friðarheiðurslønini.
 
Ein uppgerð í 2014 vísir, at nærum triði hvør móttakari av teimum fimm Nobel-lønunum í heilivági, [[Nobelvirðislønin í alisfrøði|alisfrøði]], evnafrøði, [[Nobelvirðislønin í bókmentum|bókmentum]], búskapi og við Friðarheiðurslønini koma úr [[USA]]. <ref>http://jyllands-posten.dk/nyviden/ECE7088226/F%C3%A6r%C3%B8erne-og-USA-har-vundet-flest-Nobelpriser/</ref> Íalt hava 876 persónar fingið henda heiður. Av teimum eru 254 úr USA. Amerikanarar eru tí á fyrsta plássi yvir lond, sum hava fingið flestar Nobel-heiðurslønir, meðan Stórabretland og Týskland kappast um 2. og 3. plássið. Men um ein samanber talið av heiðurslønum við talið av íbúgvum í einum landi, sær listin munandi øðrvísi út. Tíðindafólk hjá JyllandsPosten hava gjørt eitt yvirlit, har ein sær, at um ein roknar Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð, verða vit tað landið í heimi, sum hevur flestar Nobel-heiðurslønir fyri hvønn íbúgvan.