Munurin millum rættingarnar hjá "Ólavur Jakobsen"

Content deleted Content added
Linja 12:
Hann var í 2005 ein av teimum, ið formliga var við til at byrja Musikkskúla Miðnám, ið er ein fyrireikandi útbúgving fyri evnaríkar rútmiskar og klassiskar tónleikarar og er hann samskipari av hesi útbúgving. Hann hevur starv sum gittarlærari á [[Føroya Musikkskúli|Føroya Musikkskúla]].<ref>[http://www.tm.fo/olavur+jacobsen.html TM.fo]</ref> og hava fleiri av hansara næmingum traðkað fram sum evnaríkir gittarleikarar m.a. [[Ragnar Olsen]], [[Benjamin Petersen]], [[Alvi Joensen]] og [[Maria Olsen]].
 
Ólavur Jakobsen hevur spælt saman við nógvum føroyskum solistum og orkestrum m.a. [[Nicolina av Kamarinum|Nicolinu av Kamarinum]], [[Hanus G. Johansen]], [[Føroya Symfoniorkestur|Føroya Symfoniorkestri]] og [[Aldubáran|Aldubáruni]]. Hann hevur harumframt spælt við heimskendu [http://www.michalapetri.com Michalu Petri] og eisini innspælt við svenska sangaranum Håkan Hagegård, umframt við íslendska bólkinum CAPUT og danska symfoniorkestrinum Collegium Musicum undir leiðslu Michael Schønwandt. Harafturat yhevur hann innspælt tónleik eftir Baroli Music saman við týska orkestrinum Brandenburgisches Staatsorchester.
 
Hann hevur frumframført verk eftir flestøll føroysk tónaskøld og hevur m.a. [[Sunleif Rasmussen]] skrivað fleiri verk til hansara. Ólavur hevur eisini frumframført tónleik eftir kend útlendsk tónaskøld m.a. [[Gavin Bryars]], [[Per Nørgård]], [[Hsueh-Yung Shen]], [[Pierre Dørge]], [[Axel Borup-Jørgensen]].