Munurin millum rættingarnar hjá "Kentucky"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 41:
Í Kentucky fóru fólk at velta jørðina og dyrka ymiskar plantur, sum vuksu har. Hesin nýggi vinnuvegurin, at fólk dyrkaðu [[Matur|matin]] og ikki bara veiddu og savnaðu hann, hevði stóra framgongd við sær fyri adenafólkið í Norðurkentucky. Adenafólkið búði fram við [[Ohioá]], tey veiddu savnaðu plantur og dyrkaðu til dømis mais, bønir, sólblómur og grasker <ref>http://www.answers.com/topic/adena-culture</ref>, og tey búðu saman í smáum bygdum.
 
Adenafólkið var fyrsta fólk í [[USA]], sum reisti stórar gravheyggjar, har teir persónar, ið høvdu havt at siga í samfelagum, vóru gravsettir <ref>http://www.cabrillo.edu/~crsmith/adena.html</ref>. Inni í gravheyggjunum vóru smá vanlig kømur við leirklíndum veggjum og stór kømur, bróstað, har líkini lógu. Við sær í grøvina fingu tey deyðu m.a. kopararmbond, úthøgdar steintalvur og útskornar tubbakspípur, sum høvdu verið nýttar um roykihøgtíðir. Adenahúsini vóru úr 4 m. upp í 10 m. í tvørmáti. Veggirnir vóru av stólpum, sum vórðu bundnir saman við greinum. Reisingin var strýtuskapað og takt við børki. Eldstaðurin var á miðjum gólvi.
 
<gallery>