Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".
Linja 122:
Føroyar fáa sendistovu í [[Moskva]] í 2014 <ref>http://kvf.fo/greinar/2013/12/18/foroyar-faa-sendistovu-i-moskva</ref>. Løgmaður vil styrkja handilsviðurskiftini við Russland, og tí sambandi vil løgmaður hava eina sendistovu Moskva. "Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond", segði Johannesen. "Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, at tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála", sigur landsstýrið. Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, [[Kiev]], [[Minsk]], [[Kaliningrad]], Astana, [[Murmansk]] og [[Arkhangelsk]] <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-sendistova-i-moskva-naesta-ar/</ref>. Landsstýrið segði, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva. Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og [[Ukreina]] størri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks. Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum.
 
"Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014", sigur [[Kaj Leo Holm Johannesen]], løgmaður. Føroyar hava í 2013 sendistovu í [[Keypmannahavn]], [[London]], [[Reykjavík]] og [[Brússel]]. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi <ref>http://nordlysid.fo/foroyar+faa+sendistovu+i+moskva.html</ref>. Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir árliga afturat til sendistovu í Russlandi. Sendistovan fer at kosta góðar 3.,25 milliónir krónur. Í fyrstu syftu bendi á, at fíggjarnevndin ikki var serliga fyri ætlaninum hjá løgmanni. Fíggjarnevndin latlæt bara 500 000 DDKDKK til endamálið. Fíggjarnevndin hevur í 2012 broytt støðu, og við triðju viðgerð av uppskotinum fer løgtingið at játta 3.,25 milliónir krónur.
 
== Landsverja ==