Munurin millum rættingarnar hjá "Malavi"

Content deleted Content added
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata)
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Lýðveldið Malavi''' ella bara '''Malavi''' ([[Chichewa (mál)|chichewa]]: ''Dziko la Malaŵi'', [[Enskt (mál)|enskt]]: ''Republic of Malaŵi''), er eitt lítið land í [[Afrika|Eysturafrika]]. Malavi hevur mark við [[Tansania]] í norðri, [[Sambia]] í vestri og [[Mosambik]] í suðri. [[Høvuðsstaður]] er [[Lilongwe]]. [[Lilongwe]] hevur umleið 866 túsund íbúgvar. Malavi hevur umleið 13,9 mió. íbúgvar ([[2008]]). Almennu [[mál]]ini eru tvey í tali, [[Chichewa (mál)|chichewa]] og [[Enskt (mál)|enskt]]. [[Miðallívsævi]]n í landinum er 43.45 ár. 37.30 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. Sjúkur sum [[malaria]] eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av [[malaria]]sjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa [[malaria]]. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av [[eyðkvæmi]]. Tað búgva 13,9 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum. Eitt av teimum tryggastu og friðarligastu londunum politiskt í hesum parti í Afrika er Malavi, ið er á háslættanum í syðra enda á Stóra Rivudali. Tey seks størstu fólkasløgini semjast væl. Búskaparliga grundarlagið í Malavi er landbúnaður, men landið roynir at menna aðrar vinnur, t.d. matvøruídnaðin. Tey eru farnir at niðursjóða frukt og gera matolju, framgongd er eisini í námsvinnuni og øðrum ídnaði. Hóast viðurskiftini við grannalondini hava verið ring, tók Malavi ímóti meiri enn einari millión flóttafólkum, ið flýddu undan borgarakrígnum í Mosambik.
Mangir malaviar dyrka ikki meiri, enn teimum nýtist í húsarhaldinum. Tað, ið loypur av, verður selt á marknaðinum.
 
Tá ið Malavi tók sjálvræði, gjørdist Hastings Banda forseti í landinum og stýrdi mest sum einsamallur í 30 ár. Í stjórnartíð hansara menti landið seg nógv og kom væl áleiðis at gerast sjálvbjargið; men politisk andstøða varð ikki told, og mong fólk vórðu handtikin, pínd ella sett føst. Í 1993 varð fólkaræðiliga andstøðan ímóti Banda so sterk, at hann mátti leggja frá sær.
Sjúkur sum [[malaria]] eru vanligar, heilsuverkið er lítið ment og sjúkraviðgerð er ikki ókeypis. 28 % av teimum, sum doyggja á sjúkrahúsi, doyggja av [[malaria]]sjúku. Tað eru ikki øll, sum hava ráð at fara á sjúkrahús, og tí koma nógvir sjúklingar ongantíð á sjúkrahús. Børn og kvinnur við barn eru í størsta vandabólkinum at fáa [[malaria]]. Malavi hevur eisini í fleiri ár verið illa plágað av [[eyðkvæmi]].
 
Landbúnaður er týdningarmesti vinnuvegur í Malavi. Tubbak, te og sukur eru 85% av øllum útflutninginum, og 80% av fólkinum liva av landbúnaði. Til tess at leggja inn meiri dyrkilendi eru mýrar drenaðar og skógur ruddaður. Áir eru byrgdar og brunnar grivnir, so at vatn kann verða veitt á turru grasfløturnar. Oár kunnu koma fólkinum í Malavi ógvuliga illa við.
Tað búgva 13,9 milliónir fólk í Malavi, og er eitt av fátakastu londum í heiminum.
 
Slakur helmingur av landinum er skógur og skógarlendi, men nógvur skógur verður feldur til brenni og lagdur inn til dyrkilendi. Hvørki olja ella kol eru í Malavi, so vanligasta brenni er trækol, ið er brendur viður, brendur makliga og sleppur ikki at rúka. Nógv dyrkilendið verður lagt inn soleiðis, at skógur verður høgdur niður, eldur settur á trøini, og dyrkað verður í øskuni. Men lendið kann bara verða nýtt stutta tíð, tí at vindur og regn taka moldina burtur.
Malavivatn er meiri enn fimtingurin av víddini í Malavi. Tað er av størstu og djúpastu vøtnum í heiminum. Nógv verður fiskað í vatninum, og her eru fleiri enn 500 flskasløg. Mest verður veitt av fiskinum usipa, ið er átøkur sardin. Hann verður turkaður á strondini og seldur um alt landið. Hesin fiskur er týdningarmesti proteinkostur hjá teimum stívliga 15 milliónum (2010) fólkunum í
Malavi. Fiskimenn fanga fagurlittar fiskar, nevndir cichlid. Teir verða fluttir út og havdir í fiskabúrum um alian heim.
Heili 88% av fólkinum í Malavi búgva á bygd, og fáastaðni í Afrika hevur býarvøksturin verið so lítil. Mesta fólkið býr á láglendinum, kallað dambos, har jørðin stendur undir í vatni í regntíðini. Vanliga eru bygdirnar smáar, og bygdarfólkið nær skylt. Mótsett øðrum londum í Afrika liva størstu fólkasløgini í Malavi - chewas, nyanja, tumbuka, tonga, ngonis og yao - saman í sátt og semju.
 
== Sí eisini ==