Munurin millum rættingarnar hjá "Kongo"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "right|thumb|Kongo '''Lýðveldið Kongo''' (franskt: ''République du Congo'') er eitt land í Miðafrika. La..."
 
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Congo_republic_sm04.png|right|thumb|Kongo]]
'''Lýðveldið Kongo''' ([[Franskt mál|franskt]]: ''République du Congo'') er eitt land í [[Afrika|Miðafrika]]. Landið hevur 4 662 446 íbúgvar (2014). [[Brazzaville]] er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kongo. Eysturmarkið í Kongo, er fram við Kongoá og størstu ánni, sum rennur í hana, Ubangiá. Eisini Kongo er oljuland, og hóast fólkið í Kongo hevur fingið meiri burtur úr oljuríkidøminum enn fólkið í grannalandinum Gabon, liva mong enn sum fátækir bøndur og hava bara so frægt av jørð, at teir kunnu dyrka nóg mikið av mati til sín sjálvs. Týdningarmesta grøðin er maniok, ið er ein sterk bølluplanta.
 
Myndugleikarnir hava verið so hygnir, at teir hava nýtt peningin fyri oljuna at menna landið - hava lagt byrgingar, vegir, bygt pappírsverksmiðjur og gróðursett trø. Ídnaður er ikki nógvur í landinum, men verkafólkið er væl útbúgvið. Flestu verksmiðjurnar eru við stóru býirnar, helst við høvuðsstaðin, Brazzaville.
 
Sum aðrastaðni í Afrika er tónleikur týðandi partur av mentanini, og trumman er sjálvur hjartatátturin í hesum tónleiki. Best umtókti tónleikurin er kongotónleikurin, ið minnir um soultónleikin.
 
{{stubbi}}