Munurin millum rættingarnar hjá "Boko Haram"
HugoGardar (kjak | íkøst) Stovnaði síðu við "thumb|right|280px|Endamálið hjá felagsskapinum Boko Haram er at seta á stovn eitt islamskt ríki í [[Nigeria.]] '''Boko Haram''' er ein muslim..." |
(Ongin munur)
|
Endurskoðan frá 26. mar 2015 kl. 07:46
Boko Haram er ein muslimskur yvirgangsfelagsskapur, ið hevur til endamáls at stovna eitt islamskt ríki í Nigeria. Boko Haram hevur verið í kríggj við nigeriansku stjórnina seinastu fimm árini (2010-2015). Felagsskapurin hevur havt stóra framgongd í 2015, og eru møguliga best kendur fyri at hava burturflutt 276 skúlagentur í apríl 2013. Seinni eydnaðist nøkrum gentum at flýggja frá burturflytarunum, men Boko Haram heldur framvegis aftur 219 nigeriskar skúlagentur. Í mars 2015 svór felagsskapurin trúskap til Islamska Statin (IS), ið eisini virkar fyri einum islamskum ríki, og hevur lagt stór landaøkir undir seg í Irak, Sýria, Libya og aðrastaðni. Boko Haram hevur fyrst og fremst virkað í norðara partinum av Nigeria, men eru eisini komnir niðan í Kamerun og Niger.