Munurin millum rættingarnar hjá "Kiribati"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
|}}
 
'''Kiribati''' er eitt oyggjaland í [[Kyrrahavsoyggjarnar|Kyrrahavinum]]. [[Høvuðsstaður]]in eitur [[Bairiki]]. Oyggjarnar í Kiribati eru tilsamans støddar sum [[Streymoy]], [[Suðuroy]], [[Nólsoy]] og [[Vágar]], ella eitt sindur meiri enn hálvar [[Føroyar]]. Men tað er so langt ímillum oyggjarnar í Kiribati, at sjóøkið er líka stórt sum alt [[India]]. Í Kiribati búgva umleið 100.000 fólk. Til Mikronesia, sum merkir “tær smáu oyggjarnar”, hoyra londini [[Guam]], [[Marshalloyggjar]], [[Mikronesiasamveldið]], [[Belau]], [[Nauru]] og Kiribati.
 
Í Kiribati eru 33 oyggjar, sum eru spjaddar um eitt øki á 3.500.000 km², sum er 3.800 kilometrar kring [[Miðkringur|Ekvator]]. Talan er um 32 kolralloyggjar og eina oyggj, Banaba. Navnið verður úttalað /kiribas/, sum er ein mikronesisk broyting av tí fyrrverandi enska navninum fyri tann stóra oyggjabólkin The Gilbert Islands. Umframt Gilbertoyggjarnar so eru aðrar oyggjar í Kiribati, tær flestu av Linjuoyggjunum eru partur av Kiribati, oyggin Banaba og so oyggjabólkurin Føniksoyggjarnar, sum eru nærum óbygdar.