Munurin millum rættingarnar hjá "Guam"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
}}
 
'''Guam''' ([[Chamorro mál|chamorro]]: ''Guåhan'', [[Enskt mál|enskt]]: ''The Territory Of Guam'') er eitt [[USA|amerikanskt]] [[hjáland]] í [[Kyrrahavsoyggjarnar|Oseania]]. Guam hevur umleið 160 túsund íbúgvar. Guam er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda [[Marianoyggjar]] í [[Mikronesia]]. Hon er størsta oyggin í [[Mikronesia]]. [[Høvuðsstaður]] er [[Hagåtña]], har búgva bara 1.100 fólk. Guam er 545 km², í 2014 var fólkatalið á oynni 161 000. Hon er nakað størri enn Streymoy, sum er 373,5 km². Í Guam er fólkatættleikin uml. 320 fólk fyri hvønn km², og í Streymoynna uml. 60 fólk fyri hvønn km². [[Bruttotjóðarúrtøka|BTÚ]] fyri hvønn íbúgva í landinum er [[Amerikanskur dollari|$]] 28,700. [[Eddie Calvo]] (føddur 29. august 1961 í [[Tamuning]], Guam) er guvernørur <ref>http://www.kuam.com/story/13433310/2010/11/02/calvo-claims-victory-in-razor-thin-gubernatorial-race?redirected=true</ref>. Hann umboðar [[Republikanski Flokkurin|republikanararnar]]. Guam eru limir í [[Compact of Free Association]] við [[USA|Sambandsríki Amerika]].
 
Í 2013 var kent at [[Norðurkorea]] hevur flutt rakettútskjótingar rampar til eysturstrondina <ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/nord-korea-soer-korea/soer-korea-nord-korea-skjoet-opp-kortdistanseraketter/a/10110313/</ref>. Í apríl 2013 kom fram at politiska leiðslan í Norðurkorea hevði góðkent ætlanir um eitt eirindaleyst kjarnorkuálop á amerikonsk mál. Ein tænastumaður í amerikonsku fregnartænastuni [[CIA]] sigur við CNN at sambært teirra informasjóndeira so kann ein rakettútskjóting koma heilt skjótt. Informasjónin byggir á avlurting av internum norðurkoreanskum samskifti. Talan kann vera um eitt beinleiðis álop á amerikanskar basur í Asia, Guam ella [[Hawai'i]]. Amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur gjørt greitt, at teir fara at senda rakettverjuskipanir til kyrrahavsoynna Guam, har USA hevur eina stóra hernaðarstøð. USA hevur áður sent B-1B «Lancer»-flogfør til Guam til tess at ræða Norðurkorea <ref>http://www.nrk.no/verden/fryktar-nordkoreansk-rakettangrep-1.10973871</ref><ref>http://www.businessinsider.com/david-cenciotti-aviationist-us-amasses-strategic-bombers-near-dprk-2013-4</ref>.