Munurin millum rættingarnar hjá "Hadsund"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 23:
|}
 
'''Hadsund''' er ein býur í [[Himmerland]] í Norður[[jútland]]i í [[Danmark]]. Í býnum búgva 48834912 íbúgvar (2014), fólkatalið er 5.383 um [[Hadsund Suður]] verður talt við. Býurin er partur av [[Mariagerfjord Kommuna|Mariagerfjord Kommunu]] og liggur við Mariagerfjørðin. Býurin vaks upp framvið tí gamla landsvegnum millum [[Aalborg]] og Hobro og er ein miðdepil fyri ferðasamband millum [[Krúnjútland]] og [[Himmerland]]. Frástøðan yvir Mariagerfjørðin er relativst stutt við Hadsund, og hetta førdi til, at [[Hadsundbrúgvin]] varð bygd. Hadsund hevur fyrr verið ein býur við egnari tokstøð, og er í dag ein handils- og ídnaðarmiðdepil í Himmerland. Hadsund liggur í eystara parti av Mariagerfjord Kommunu og hoyrir til [[Región Norðurjútland]]. Til 2007 var Hadsund høvuðsbýur í tí nú fyrrverandi kommununi [[Hadsund kommuna|Hadsund Kommunu]]. Býurin er tann næststørsti í [[Mariagerfjord Kommuna|Mariagerfjord kommunu]], næst eftir [[Hobro]]. Sunnanfyri Mariagerfjørðin, umleið 250 m frá Hadsund, liggur [[Hadsund Suður]], sum verður sæð sum ein sjálvstøðugt býarøki við umleið 500 íbúgvum.
[[Mynd:Indgangen til Hadsund Butikscenter.jpg|200px|thumbnail|Inngongdin til Hadsund Butikscenter, sum er tað einasta innandura keypsmiðstøð í Himmerland.]]
Í Hadsund eru fleiri útbúgvingarstovnar, eitt nú [[Tech College Mariagerfjord]], VUC Hadsund, [[Hadsund Skole]] og [[Hadsund Produktionsskole]]. Býurin hevur eitt størri úrval av matvøruhandlum og serhandlum. Í býnum er eisini tann einasta yvirdekkaða handilsmiðstøðin í Himmerland, nevniliga [[Hadsund Butikscenter]].