Munurin millum rættingarnar hjá "Tróndur Patursson"

Content deleted Content added
dagføring
Linja 11:
[[Mynd:Faroe stamp 414 modern nordic art.jpg|thumb|Kosmiska rúmið]]
 
'''Tróndur Sverri Patursson''' (føddur [[1. mars]] [[1944]] í [[Kirkjubø]]) er listamaður, myndahøggari, havrógvarisjófarari og ævintýrari. Hann sigldihevur fleiri ferðir siglt á heimsins høvum við sjófararanum [[Tim Severin]], eitt nú í 1993, teir sigldu frá [[Kina]] til [[Amerika]] á einum bambusflaka. Túrurin vardi 106 dagar. Ferðin gav honum íblástur til at gera "Kosmiska rúmið". Í 2013 gjørdi Kringvarp Føroya eina sending um Trónd Patursson, har tey m.a. fylgdu við honum til Nordic Cool framsýningina í Kennedy Center í USA.

== Lívsleið sum listamaður ==
Tróndur er ein viðurkendur listamaður, hann er eksperimenterandi, arbeiðir nógv við glasi, jarni og kopari. Hann hevur m.a. prýtt sølumiðstøðina SMS í [[Tórshavn|Havn]], Gøtu kirkju, Katólsku kirkjuna í Havn og Tornbjerg kirke í [[Odense]]. Tróndur var í læru til listamálara hjá [[Ingálvur av Reyni]], síðan fór hann til [[Danmark]]ar, har hann fekk undirvísing hjá Hans Christian Høyer á Glyptotekinum. Í 1966-67 gekk hann á Norges Kunsthåndværkerskole. Eina tíð lærdi hann hjá Ståle Kyllingstad. Hann gekk í trý ár á Statens Kunstakademi í [[Oslo]]. Í 1972 hevði hann sína fyrstu serframsýning í [[Listasavn Føroya|Listasavni Føroya]].
 
Tróndur hevur havt fleiri framsýningar í øðrum londum. Í februar 2013 hevði hann eina framsýning á [[John F. Kennedy Center for the Performing Arts]];<ref>[http://www.kennedy-center.org/events/?event=ZNEXG Kennedy-center.org]</ref> tað var ein installasjón, sum á enskum nevndist “Migration,” og vísti fram umleið 90 stórir havfuglar úr litaðum glasi, sum hungu uppi í tí stóra rúminum í Kennedy Sentrinum í Grand Foyer vindeygannum á einari norðurlendskari framsýning, ið nevndist Nordic Cool 2013.<ref>[https://www.facebook.com/photo.php?fbid=10151453129075865&set=pb.73250630864.-2207520000.1361656117&type=3&theater Facebook.com] The John F. Kennedy Center for the Performing Arts</ref>
 
== Keldur ==
<references/>
 
== ÚtvortisSlóðir ávísingúteftir ==
{{commons|Tróndur Patursson}}
* [http://www.trondurpatursson.dk/ Tróndur Patursson]